Ólavsøkuaftan verður aftur ein partur lagdur afturat tí drúgvu siðvenju, tað hevur verið at Kyndil og VÍF tørna saman í hondbóltsdysti í høllini á Hálsi
Klokkan 18.30 spæla old boys liðini og hálvan annan tíma aftaná, klokkan 20, spæla bestu mansliðini
- Kyndil og VÍF hava mangan kappast á ólavsøku, og vanligt er, at dystirnir eru bæði ferðmiklir, javnir og spennandi og høllin plagar eisini at vera full av áskoðarum, staðfesta tey í Kyndli.
Mansliðini hjá Kyndli og VÍF vóru væl fyri farna kappingarár, tá Kyndil vann steypakappingina, og VÍF var í FM-finalunum. Liðini tykjast at vera eins sterk nú.
Dysturin í ár hevur ein serligan týdning, sum uttan iva ger, at bæði liðini fara at leggja nógv fyri í royndini at vinna.
Fyrsti ólavsøkudysturin ímillum Kyndil og VÍF var nevniliga í 1964 og sostatt eru 50 ár liðin, sum tey bæði liðini fyrstu fer tørnaðu saman á ólavsøku.
Kyndil vann tann fyrsta dystin, men tá liðini hittust aftur í næsta ólavsøkudystinum í 1967, vunnu vestmenningar og tað gjørdu teir eisini í 1968.
Í fjør vann Kyndil dystin ímillum bestu mansliðini 35-28, og old boys-dystin vunnu teir havnarmenn eisini 25-22.