Í ár eru yvir 300 færri enn fyri átta árum síðani

– Talið á umsøkjarum er minkað ár um ár, sigur Undirvísingarstýrið

Í gjár, mikudagin, var seinasta freist at søkja inn á miðnámsskúlarnar kring landið. Undirvísingarráðið hevur talt umsóknirnar og tað vísir seg, at tað eru 878 umsóknir komnar inn.

 

Hetta eru 40 færri enn í fjør, og heilar 100 umsóknir færri enn í 2021.

 

Hetta er sama gongdin, sum hevur verið undanfarnu árini. Síðan 2015 hevur talið á umsóknum verið minkandi, og í ár er onki undantak. Í ár eru tað 342 umsóknir færri enn í 2015, sigur Undirvísingarráðið.

Av teimum 878 umsøkjarunum í ár, hava 677 søkt inn á gymnasialu útbúgvingarnar, sum er studentaskúlin, HF, o.s.fr.

 

Toppskorarin gjørdist náttúrubreytin, sum fekk omanfyri 200 umsóknir. Hetta er á leið sama tal sum undanfarin ár. 

Hinvegin hava 18 næmingar søkt inn á Heilsuskúlan og 183 hava søkt inn á yrkisútbúgvingarnar, sum eru hondverkaraútbúgvingarnar, skrivstovuútbúgvingarnar o.s.fr.

Eins og undanfarin ár, eru tað fleiri gentur enn dreingir, sum søkja inn á miðnám. Í ár eiga genturnar 58 prosent av øllum umsóknunum.

 

Síðan 2015 hava gentur verið betri umboðaðar á gymnasialu breytunum, - uttan á búskaparbreytini og tøknibreytini, har dreingirnir eru í meiriluta.

 

Dreingir eru hinvegin, eins og undanfarin ár, munandi fleiri á yrkisútbúgvingunum. Tó eru fleiri gentur til  heilsuhjálpara, námsfrøðihjálpara, hárfríðkan og klædnaatstøði. 

 

Nú verða umsóknirnar viðgjørdar og umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi fríggjadagin 21. apríl.