Í annaðkvøld, altso 3. februar, verður føroyskur tónleikur at hoyra í Skarv, sum er føroyska barrin í Keypmannahavn. Teir báðir Páll Brim og Brynjar J. Olsen fara á pallin og skulu standa fyri undirhaldinum hetta kvøldið.
Páll Brim og Brynjar J. Olsen hava spælt tónleik hvørt vikuskifti í føroyskum barrum í langa tíð.
Báðir tveir hava nógvar royndir í tónleikaheiminum. Páll er fyrrverandi limur av Danny & The Veetos, har hann sang, spældi og skrivaði sangir. Hann byrjaði at framføra tónleik, tá ið hann var heilt ungur og hevur eisini útgivið nakrar sangir sjálvur.
Brynjar hevur eisini framført við nógvum bólkum ígjøgnum árini og er serstakliga garvaður til at spæla solo-guitar.
Teir báðir framføra eina rúgvu av ymsum tónleiki sum t.d. The Beatles, Black Eyed Peas, Creedence Clearwater Revival, Páll Finnur Páll, Coldplay, Frændur, Nicki Minaj, John Denver, Queen, Dua Lipa, Mika, ABBA og nógv annað.
Teir byrja at spæla klokkan 01.