Í andanum av Maradona

Champions League: Tvey av feløgunum hjá Diego Maradona møtast á Diego Maradona leikvøllinum

Mynd: (Scanpix) Lamine Yamal er blivin ein lyklaspælari hjá FC Barcelona, hóast hann enn er tannáringur

Í kvøld verða seinastu tvær av fyrru uppgerðunum í 1/8 finalunum í Champions League. Á Diego Maradona leikvøllinum í Napoli møtast tvey av fyrrverandi feløgini hjá argentinska bóltsnillinginum, Napoli og FC Barcelona. FC Porto fær vitjan av Arsenal.

 

Napoli – FC Barcelona (20.00)

 

Tað er tvey av fyrrverandi feløgunum hjá Diego Maradona, sála, sum møtast í suðuritalska býnum í kvøld. Diego Maradona blómaði í Napoli, har hann flutti felagið upp á tindarnar í Italia. Í FC Barcelona gekk ikki eins væl, men tað var eisini fyrsta felagið hjá honum í Evropa.

 

Napoli skifti venjara so seint sum mánadagin. Hetta er triði venjarin síðani meistaraheitið kom í hús í fjør. Nógv liggur á herðunum á Victori Osimhen og Khvicha Kvaratskhelia, um Napoli skal koma víðari.

 

Støðan er ikki nógv betri í katalanska stórfelagnum. Xavi hevur boðað frá, at hann heldur ikki fram eftir hetta kappingarárið. Kappingarárið hevur verið misjavnt, men tað telur upp at týski málverjin, Marc-André ter Stegen, er tøkur aftur.

 

Væntaðar uppstillingar:

 

Napoli: Meret; Di Lorenzo, Østigård, Rrahmani, Mazzocchi; Zambo Anguissa, Lobotka, Cajuste; Politano, Osimhen, Kvaratskhelia

 

FC Barcelona: Ter Stegen; Koundé, Ronald Araújo, Iñigo Martínez, João Cancelo; De Jong, Christensen, Gündoğan; Yamal, Lewandowski, Pedri

 

FC Porto – Arsenal (20.00)

 

Á pappírinum eru gestirnir úr Arsenal favorittar. Teir eru mitt í einum meistarastríðið í Premier League annað árið upp í slag, og hava í Declan Rice fingið miðvallaran, ið bindur alt liðið saman.

 

FC Porto skal tó ikki undirmetast. Hetta er eitt felag, sum hevur í mun til Arsenal, hevur megnað at vunnið kappingina. Tað var í 2004. FC Porto hevur ikki havt sítt besta kappingarár, men gongdin seinastu dystirnar hevur verið góð.

 

Tveir spælarar at hava eyguni eftir, eru Bukayo Saka hjá Arsenal og Galeno hjá FC Porto. Teir hava lagt upp til fýra mál í part og skorað ávikavist trý og fýra mál.

 

FC Porto: Diogo Costa; João Mário, Pepe, Otávio, Wendell; Varela, Nico González; Galeno, Pepê, Francisco Conceição; Evanilson

 

Arsenal: Raya; White, Saliba, Gabriel, Kiwior; Ødegaard, Rice, Havertz; Saka, Trossard, Martinelli

 

Champions League 1/8:

 

RB Leipzig – Real Madrid 0-1

 

FCK – Manchester City 1-3

 

PSG – Real Sociedad 2-0

 

Lazio – Bayern Munchen 1-0

 

PSV – Borussia Dortmund 1-1

 

Inter Milan – Atletico Madrid 1-0

 

Napoli – FC Barcelona (21/2)

 

FC Porto – Arsenal (21/2)

 

Mynd: (Scanpix) Lamine Yamal er blivin ein lyklaspælari hjá FC Barcelona, hóast hann enn er tannáringur