I AM, Vox, MMM og G-sus fara at spæla á konsert, sum verður hildin í ítróttarhøllini í Runavík leygarkvøldið 25. mai.
I AM er helst best kenda navnið í rúgvuni, og hetta verður ein av seinastu framførsluni við verandi manningini í bólkinum. Gittarspælarin Mikkjal Hvannastein gevst nevniliga í bólkinum í næstum.
G-sus er ein lutvíst nýggjur bólkur úr Fuglafirði, meðan MMM úr Vágum hevur spælt í fleiri ár. Vox er eitt gospelkór av Skálafjørðinum, og tað er Ásbjørn Bertelsen av Strondum, sum er kórleiðari.
Tað er Heimamissións Ungdómur, sum skipar fyri tiltakinum í Runavík. Tað kostar 80 krónur at koma inn.









