Í altjóða Bocciakapping í Kanada

Áki Joensen hevur um vikuskiftið luttikið í altjóða Boccia kapping í Kanada.

Áki Joensen hevur um vikuskiftið luttikið í altjóða Boccia kapping í Kanada.

 

Áki, sum kappast í bólkinum BC3 við rampu, var framman undan kappingina nummar 60 á heimsstyrkilistanum og er nú í gongd við at royna at útvega sær nóg nógv stig at vinna sær pláss í Paralympisku leikunum í Rio í 2016.

 

– Tíverri gekst ikki sum ætlað hjá Áka, skrivar ÍSB. Fyrsti dysturin var móti Argentina, har Áki vann samlað 3-2. Seinna dagin gekk ikki so væl, og tapti Áki ímóti Belgia 2-10, og ímóti Kanada 2-6. Áki slapp sostatt ikki víðari til finaluumfarið.

 

– Áki er sjálvandi ikki nøgdur við úrslitið, men ger hetta hann bara meir uppsettan at venja hart fyri at royna at røkka málinum, sigur ÍSB.