Í 2023 kann skófyritøkan Ecco ikki longur kalla seg kongaligan hovveitara

Tignaðarliga heitið hevur fyritøkan havt síðan 1991. Kongshúsið vil ikki nevna orsøkina til slitið - men nógv bendir á, at tað er orsakað av virkseminum í Russlandi

Í komandi ári verða ikki fleiri prinsessuskógvar og kongastivlar framleiddir hjá donsku risafyritøkuni Ecco. Kongshúsið hevur kunngjørt, at Ecco ikki fær longt heitið sum kongaligur hovveitari, tá tað gongur út tann 16.apríl 2023.

 

Danska Skófyritøkan hevur varðveitt sínar sølubúðir í Russlandi, eftir at landið leyp á Ukraina.

 

Kongshúsið nevnir onki um orsøkirnar til avgerðina. Men Ecco hevur seinastu mánaðirnar fingið nógvan krittik fyri framhaldandi at dríva handil í Putin`sa Russlandi, og alt bendir á, at stigið hjá kongshúsinim er ein avleiðing av hesum.

 

Eins og aðrar fyritøkur, ið verða lagdar undir at renna undan ábyrgd og morali, so hevur stjórin í Ecco svarað atfinningunum aftur við at siga, at “vit hava ábyrgd av okkara starvsfólkum”.

 

Veruliga orsøkin verður kortini hildin at vera, at seinasti roknskapurin hjá russiska dóttirfelagnum vísti eitt yvirskot á 103 milliónir krónur áðrenn skatt. Hetta er tikið úr einum umsetningi á eina góða milliard krónur, skrivar Finans.

 

Tað starvast fleiri enn 1800 fólk í teimum 200 Ecco-handlunum í Russlandi.

 

 

 

Ecco sigur sambært Ritzau, at tey taka avgerðina til eftirtektar, men at tey ikki hava fleiri viðmerkingar til málið.

 

Umframt Kongshúsið eru fleiri arðar fyritøkur í Danmark hildnar uppat við samstarvinum við Ecco. Millum annað Magasin og handilsketan Euro Sko hava tikið Ecco-skógvarnar av hillunum.