Meira enn 300 motorjournalistar úr meginpartinum av heiminum vóru herfyri samlaðir í Kolding, har Hyundai Getz alment varð sýndur fram. Tað var ikki av tilvild, at koreanarnir í hesum føri, valdu eitt evropeiskt land, tí endamálið er heilt greitt at kappast á evropeiska marknaðinum. Ein triðingur av øllum seldum persónbilum í Evropa eru bilar hesum klassanum. Hyundai Getz fær góðar karakterir í ymiskum testum, har hann verður samanlíknaður við aðrar evropeiskar og japanskar bilar. Koyrieginleikarnir eru á hædd við teir evropeisku kappingarneytarnar. Navnið Getz er ein stytting av "get it", við øðrum orðum at bilurin er verdur at ogna sær.
Smartur og praktiskur
Hyundai Getz fæst við trimum ymiskum bensinmotorum. Tann minsti er 1,1 litur við 62 hk, síðan ein 1,3 litur við 82 hk og tann størsti er 1,6 litur við 105 hk.
Styrkin hjá Hyundai Getz er innrættingin. Designið innan er smart og praktiskt, og alt er í evropeiskum stíli. Bilurin er góður at sita í og rúmligur bæði framman og aftan. Beinplássið framman og aftan er líka gott sum í nógvum størri bilum. Viðvíkjandi plássinum á baksetrinum setur bilurin heilt nýggjan standard í hesum klassanum. Um man hevur brúk fyri størri viðførisrúmi er tað lættasta sak av verðini at leggja ryggin á baksetrinum niður uttan at taka nakkastútturnar úr. Dúrkið verður tá heilt slætt.
Sum standard er Getz útgjørdur við fýra el-síðurútum, el-síðuspeglum við hita, sentrallási, radio við bandavspælara og 6 hátalarum og forsetrið kann stillast allar vegir. Í bíligastu útgávuni kostar Hyundai Getz 1,1 litur GL við 3 hurðum kr.112.750 og tann dýrasti, ið er ein 1,6 litur GL við 5 hurðum, kostar kr.134.750.
???????
Hyundai Getz 1,3 GL 5/h
Motorurin1,3 litur 4 syl. 82 hk
0-100 km/t11,5 sek.
Bensinnýtsla16,1 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd175/65-14
Stødd og vekt:
Longd381,0 cm
Breidd166,5 cm
Hædd149,0 cm
Eginvekt1000 kg
Totalvekt 1500 kg
Viðførisrúm312 / 977
Prísurkr. 125.750
SøluumboðSp/f Norðbil
Oyggjarvegur
FO-100 Tórshavn
Tlf. 313707










