Tilsamans vóru góð 40 tons av hýsu á uppboðssøluni í gjár, og prísurin var góður. Hægsti prísur fyri ta størstu hýsuna var 23,10 krónur og meðalprísurin 21,47 krónur. Fyri hýsu II var besti prísur 22,10 krónur, og meðalprísurin endaði á 19,85 krónum. Í báðum var meðalprísurin væl oman fyri minstaprísin, sum seljararnir høvdu sett.
Ørvísið var við toskinum. Knappliga 130 tons av toski vóru á uppboðssøluni. Ein lítil helvt var toskur III, sum fór fyri 11,27 krónur í meðal. Hægsti prísur var 12 krónur. Nakað væl var eisini av toski IV, og her var meðalprísurin 8,51 krónur.
Fiskamarknaðurin seldi í gjár 206 tons, sum fóru fyri góðar 2,8 milliónir krónur. .