Sløk 300 tons av fiski, mest toski, hýsu, upsa, longu og brosmu, vórðu seld á Fiskamarknaði Føroya í morgun. Taka vit øll fiskasløgini undir einum, var samanlagdi miðalprísurin fyri alla søluna 14,61 krónur fyri kilo.
Við tað, at lítil og eingin svartkalvi og at kalla eingin havtaska var á marknaðinum, var samanlagdi miðalprísurin ikki serliga høgur, tó at toskur fekk rímiliga góðan prís. Hinvegin var prísurin á hýsu einki at reypa av í dag.
120 tons vóru av toski, og her fór toskur 1, 2 og 3 fyri ávikavist 22,02, 21,06 og 19,11 krónur fyri kilo. Eini 80 tons vóru av hýsu, og her var besti miðalprísurin 14,19, sum var fyri 8,3 tons av hýsu 1. Størstu nøgdirnar vóru av hýsu 2, 42,3 tons tilsamans, og her var miðalprísurin 13,07 krónur fyri kilo, sum ikki er serliga góður prísur.
35 tons vóru av upsa, og her lá prísurin millum góðar 10 og 13 krónur fyri kilo, sum er góður upsaprísur. Besti longuprísur var 12,81, og besti prísur á brosmu var 7,30 krónur fyri kilo.