Hetta er ein hvítur Opel Kaptain Fø 7136 frá 1963. Hann kostaði 27.600 krónur. Her er hann avmyndaður á kaiini í Klaksví í sambandi við kongavitjanina í 1963, tá Christianskirkjan varð vígd
Hvítur Opel Kaptain frá 1966, Fø 7154. Hann kostaði 28.600 krónur og kom til Klaksvíkar á Norðoyastevnu við gamla Roki saman við hvíta Opel Rekord Fø 7554 hjá Ludvík Kjeldnes. Báðir vóru hýruvognar og koyrdu hjá Bilstøðini
Hvítur Morris Oxford Fø 1223 hjá Peturi Eliasen, keyptur í 1960. Maðurin á myndini er Olaf Joensen. Myndin er tikin á Oyrarvegnum










