Hylurin er ikki dálkaður longur

Royndir eru tiknar av vatninum í hylinum í Marknagili, har børn nýliga fingu pínu og nógvan skriðja av at vassa. Royndirnar vísa at vatnið er reint

Fyri stuttum vóru nøkur børn flutt á sjúkrahúsið, tí tey høvdu pínu og ringan skrija eftir at hava spælt og vassa í einum hyli í Marknagili.

Tórshavnar Kommuna setti skelti upp, um at tað er bannað at spæla og vassa í hylinum, men fer nú at taka tey niður aftur.

Kanningar av vatninum vísa, eitt hylurin ikki er dálkaður. Tað sigur Marius Müller, leiðari av Umhvørvisdeildini í Tórshavnar Kommunu.

- Vit hava fingið Bipfar at taka royndir av vatninum, og vit hava júst fingið svarið, sum vísir, at vatnið er reint, sigur hann við in.fo.

Hann vísir tó ikki aftur, at okkurt hevur verið í hylinum, tá børninum vóru í honum.

- Okkurt hevur verið har, síðan hesi børnini hava havt slíkan ampa eftir at hava vassað, men tað kann vera skolað burtur, sigur hann og leggur dent á, at tað hevði verið sera turt og stilt í veðrinum, og at tað tískil kann hava verið gróður í vatninum, sum er burtur nú.

Tað er sostatt eingin grund til at halda sær aftur við at vassa í hylinum, og kommunuan fer at taka skeltini niður nú.