- Talan var ongantíð um at vit skuldu fáa ein svarlista, men heldur skuldu vit hava framskygni, sigur Eilif Samuelsen, sum setti Útbúgvingarpolitikknevndina.
Hann legði tá dent á at veljaframskygd fólk. Eisini legði hann dent á at hava vinnuna við og at fáa fólk, sum duga at hyggja frameftir.
- Tað er ikki neyðugt hjá okkum at hyggja aftureftir, kanska líka aftur til Trónd í Gøtu. Hetta verður ofta gjørt og hetta er skrivað. Neyðugt er hjá okkum at hyggja frameftir, sigur Eilif Samuelsen.
Eilif legði í síni tíð í Tinganesi stóran dent á gransking og setti m.a. pening av til granskingarætlanir og setti á stovn granskingarráð.
Nýggja álitið mælir eisini til tættari samstarv millum undirvísing, vinnulív og gransking.
- Vit mugu hava økta gransking, fyrin at koma víðari.. Tað má skipast og koyrast má undur, sigur Eilif Samuelsen.
- Vit fingu nýggjar lógir, t.d. studentaskúlalóg, so tað skuldi ikki vera ein forðing fyri, at skúlarnir mentust og kimu víðari, sigur Eilif Samuelsen.
Framtíðin
Eilif Samuelsen er ikki samdur, tá ført verður fram, at tað kanska er løgið at koma við tilráðingum og áliti um undirvísingarverkið nú, ið nýggj fólkaskúlalóg júst er komin.
- Tað er júst nú, at vit skulu víðari, sigur Eilif Samuelsen, og vísir á, at nýggja lógin fyri Føroya Læraraskúla eisini hevur skund.
Tað er nú, at vit skulu syrgja fyri, at tað gongur uppeftir og ikki beint fram eftir vegnum, sigur Eilif Samuelsen.
- Tað er av stórum týdningi, at framtíð verður bygd inn í tað, sum vit gera, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin Eilif Samuelsen.
Hava vit ráð til hetta?
Eilif Samuelsen dylir ikki, at hann er nøgdur við álitið.
Hann heldur vera gott, at fólkini í umsitingini, Undirvísingar- og mentamálastýrinum fáa íblástur og linjur at ganga eftir.
- Tað liggja nógvar uppgávur og bíða, so at vit kunnu hækka støðið, staðfestir Eilif Samuelsen og leggur afturat, tað er ein avbjóðing til tey, ið starvast innan mentanarstovnar og skúlaskipanina.
- Sjálvsagt er fyritreytin, at peningur skal til.Men tað, at vit menna fólkatilfarið og geva avbjóðingar hevur eisini týdning.Tað er ikki nóg mikið at hava pappír frá hægri lærustovni. Ein má kunna fara víaðri og kunna granska, tí annars stirnar andin og fólkið og tað má ikki henda, sigur Eilif Samuelsen.
- Tí er neyðugt at offra nakað og satsa á hesum økinum, sigur Eilif Samuelsen, sum ikki ivast í, at hetta lønar seg seinni.
Hann heldur vera av størsta týdningi, at vit fáa burturúr tilfeinginum. Her meinar hann ikki bert fólkini, men eisini ráðvøruni, so vit ikki bert útflyta óvirkaðar vørur.
Hann metir einastu gongdu leið vera at menna fólkið í landinum, um meira skal fáast burturúr tilfeinginum.
- Vit tosa um at góðska fisk, men hvør ger hetta? Hvør ger maskinur og hvør fær hugskotini? Tað er hetta, sum fólk má útbúgvast til, sigur Eilif Samuelsen.
Hann metir nýggja álitið sum eitt stig á leiðini .