Nú er líkt til, at verulig gongd er komið á ætlanina at útvega føroyskum sjúklingum, sum noyðast til Danmarkar í viðgerð, betri umstøður.
Í farnu viku var ein føroysk sendinevnd við Helenu Dam á Neystabø, heilsumálaráðharra, á odda í Keypmannahavn og hugdu eftir einum hølum, sum eru uppá tal at fáa til nýtt sjúklingahotel, ístaðin fyri Hotel Tórshavn.
Umframt landsstýrismannin, vóru Høgni Joensen, aðalstjóri í Almanna- og Heilsumálatýrinum, Mary í Garði, fíggjarstjóri í stýrinum og Aibritt á Plógv, stjóri á fyrisitingardeildini í sama stýri, við í Danmark.
Helena Dam á Neystabø sigur, at endamálið við ferðini var at hyggja eftir einum hølum, sum ætlanin er at brúka til hotel til føroyskar sjúklingar í Keypmannahavn, ístaðin fyri Hotel Tórshavn, sum nú er.
Hetta má sigast at vera eitt sera stórt framstig fyri teir sjúklingar, sum noyðast til Danmarkar at fáa viðgerð, og teirra avvarandi, tí umstøðurnar á Hotel Tórshavn eru sera vánaligar.
Tað er ofta klagað um, at umstøðurnar á Hotel Tórshavn er ikki at bjóða fólki, og so slett ikki fólki, sum eru so illa fyri, sum tey eru, ið brúka hotellið, nevniliga sjúklingar.
? Samstundis mugu vit staðfesta, at í hotellinum sum er, eru ongir møguleikar at byggja út.
Helena Dam á Neystabø sigur, at hon tí er farin undir eitt miðvíst arbeiðið at útvega nýggj høli, sum kunnu brúkast til sjúklingahotell, ístaðin fyri Hotel Tórshavn, sum er.
Liggur sera væl fyri
Hon sigur, at á danmarkarferðini hevði føroyska sendinevndin serliga gott eyga á einum hølum, sum liggja sera væl fyri í mun til Ríkissjúkrahúsið.
? Tað eru bara 15 minuttir at ganga úr hesum húsinum til Ríkissjúkrahúsið og tað er nakað tað sama, sum tað er av Hotel Tórshavn, sum nú er.
Heilsumálaráðharrin sigur, at talan var um stór og góð høli.
? Men talan er kortini um at gera stórar broytingar, áðrenn tað kann brúkast til hotel, m.a. er onki uppihaldsrúm, matstova o.a.? Men sjálv kømurini eru stór og góð, og tey eru væl fleiri enn á hotellinum, sum nú er.
Men hon leggur eisini afturat, at hon leggur stóran dent á, at hølini liggja so væl fyri, sum tey gera
Helena Dam á Neysbø leggur dent á, at hóast tað verður arbeitt miðvíst við ætlanini at útvega eitt nýtt sjúklingahotel, er langt eftir á mál.
? Enn eru vit bara í holt við fyrireikingarnar.
? Men vónandi endar tað við, at hesi hølini kunnu brúkast sigur hon.
Tað, sum nú skal kannast, er, um tað ber til at fáa avtalu við eigaran um at umbyggja húsini innan, so at uppihaldsstova og matstovu o.s.fr. gerast.
?Somuleiðis verður kannað, hvussu nógv hetta nýggja húsið fer at kosta í rakstri, o.s.fr.
Tað verður ofta ført fram, at Hotel Tórshavn er ein sera bílig loysn.
Vit hava spurt, landsstýrismannin, um hon er sinnað at offra meiri uppá eitt nýtt sjúklingahotell, vit gera nú.
? Ja, Hotel Tórshavn er ein bílig loysn, og tað er ein loysn, sum vit hava verið fegin um.
? Tað kostar bara einar 300 - 400 krónur at gista fyri hvørt fólk um dagin. Hon sigur, at bíligari kann tað neyvan gerast.
Eitt nú vísir hon á, at tað kostar 800-900 krónur at um dagin at gista á sjúklingahotellinum hjá Ríkissjúkrahúsinum.
? Vit vita, at skulu vit hava betri høli, fer tað eisini at kosta meiri.
? Men vit fara at halda hetta innanfyri eitt rímiligt fíggjarligt mark.
Hvat tað er, vil hon ikki útgreinað enn.
? Vit royna at halda hetta innanfyri tær játtanir, sum vit hava, sigur hin
Og meiri vil hon ikki siga um tað.
Nú verður arbeitt við at føroyskir sjúklingar eisini skuu viðgerast í øðrum londum, enn í Danmark. Er tað sambæriligt við tað ætlanin at útvega nýtt, Hotel Tórshavn í Keypmannahavn?
? Eg dugi ikki at síggja, hví tað ikki skal tað.
? Tað hevur ongantíð verið ætlanin at kvetta samstarvið við Ríkissjúkrahúsið.
? Vit koma eisini í framtíðini at hava eitt ógvuliga neyvt samstarv við Ríkissjúkrahúsið.
? Tá ið vit tosa um viðgerð í øðrum londum, hava vit hugsað meiri um ymsa viðgerð, sum er løgd til rættis frammanundan.
? Allar viðgerðir, sum hava bráðskund, og sum vit hava havt gott samstarv við danska heilsuverkið um, koma uttan iva at halda fram í Danmark.
? Tí tað hevur sera stóran týdning, at vit altíð hava eina skipan, sum kann átaka sær viðgerð, sum hevur bráðskund, og sum vit kenna væl. So hóast vit fara a senda sjúklingar aðrastaðni, er ongin ivi um, at tað verður altíð stórur tørvur á einum sjúklingahotelli í Keypmannahavn, sigur Helena Dam á Neystabø.