Hetta vikuskiftið verða nógv stjørnuskot at síggja í náttarhimmalinum. Tað er orsakað av loftsteinaflokkinum Perseid, sum hvørt summar ger, at vit kunnu síggja fleiri stjørnuskot. Hetta er galdandi fyri stóran part av heiminum men serliga norðaru knatthálvu.
Sambært norsku veðursíðuni, Timeanddate, verður tað fínur møguleiki at síggja stjørnuskot í Føroyum, hóast tað í kvøld kundi verið betri sýni. Í kvøld er yvirskýggjað nógvastaðni, men sambært Yr.no kann mann vænta, at tað fer at klára í á midnátt í eina løtu.
Men í morgin verður sýnið framúrskarandi. So um tað ikki eydnast tær at síggja stjørnuskot í nátt, so er enn betur møguleiki í morgin. Náttina millum 11. - 12. august verða nevniliga allar flest stjørnuskot at síggja - sambært Timeanddate verða upp til 150 stjørnuskot um tíman, tá show'ið røkkur hæddarpunktinum.
Ráð til at fáa sum mest burturúr:
- Finn eitt stað, sum liggur avsíðis og vekk frá gøtuljósunum. Har skal helst vera bølamyrkt.
- Tú hevur brúk fyri klárum himmali og góðum toli.
- Tá tú ert komin har, kann tað taka upp til 20 minuttir at venja eyguni hjá tær til myrkrið.
- Lat teg í góð klæði, tí tað kann blíva kalt úti í nátt. Serliga, um tú ætlar tær at vera har leingi.
- Á Timeanddate.com er eitt kort, sum vísir rætningin hjá stjørnuskotunum. Hygg evt. eftir hesum kortinum fyri at finna stjørnuskotini.
- Minst til at ynskja...