Kinna Poulsen
Donsk framgongd
Hesin sami barnsligi dámurin, sum jú eisini merkir framsýningarheitið er eyðkendur fyri verkini hjá Kathrine Ærtebjerg, ið tók prógv á Det Kgl. Kunstakademi í Keypmannahavn í 2002. Hon er eitt av fleiri donskum listafólkum, sum hava havt sera stóra framgongd seinastu árini. Helst eru fleiri orsøkir til hesa framgongd, t. d. hava listagávurnar hjá teimum ungu, eins og tann góða akademiutbúgvingin sjálvandi stóran týdning. Men eisini kann búskaparliga framgongdin í danska samfelagnum sum heild hava ávirkað gongdina á tann hátt, at fleiri nú hava ráð til at keypa list, sum í Danmark kann dragast frá skattinum og kanska hevur tað harumframt okkurt at siga, at fleiri av teimum framfýsnu listafólkunum úr yngra ættarliðnum nýta eitt ímyndandi og frásagnarkent myndamál, sum tykist hava breiðan, almennan áhuga.
Gentudjórið
Sjónarhornið í myndunum hjá Kathrine Ærtebjerg tykist kvinnuligt, bæði tá talan er um sjálvt myndevnið og um háttin, tað verður viðgjørt. Hetta sæst t. d. í myndini »Á veg heim«, sum lýsir heimvegin hjá eini smágentu, ið smágentum líkt eyðsýniliga bæði skal gjøgnum myrkur, óvissu og úlvar fyri at náa heim. Líkskapurin við »Reyðhettu« er ikki tilvildarligur, tí ævintýrkendur og mýtiskur dámur er yvir tær flestu av myndum Kathrine Ærtebjergs, ið ofta verða lýstar sum fantasymyndir. Eins og ævintýrini og fólkavísurnar, snúgva myndirnar seg ofta um stór tilverulig umskiftisstig sum t. d. stigið frá barni til vaksin og harvið er byrjandi seksualiteturin eitt høvuðsevni í myndunum. Ein ábending um hetta liggur í omanfyrinevnda framsýningarheiti, sum alt í senn er sakleyst og eggjandi. Landsløgini í myndunum eru figurativ og tú kennist við tey, men samstundis eru tey alt annað enn veruleikakend. Tvørturímóti tykjast tey eins ónáttúrlig og landslagið í Teletubbies bæði í litavali, sum tíðum fevnir um neonlitir og tí slætta máliháttinum (í støðum spraymáling), sum hevur eit kitchutan dám og sum minnir um teknifilmar og barnabøkur. Tað kvinnuliga sjónarhornið verður undirstrikað av pryðiligum blómum og litum, sum vit eru von at sambinda við nakað didduligt (ljósareytt, gult, reytt, violett osfr.) og við tað, at heitini ofta snúgva seg um eina “hon”, eins og høvuðspersónurin, sum ofta sæst í myndunum, tykist vera kvennkyn. Men her er ikki talan um eintýdda kvinnulist við feministiskum boðskapi, men um fleirtýddar myndir við einum eksistentiellum boðskapi, sum tykist snúgva seg um val og tað at velja. Løgna útsjóndin á høvuðspersóninum er ein af fleiri grundum til, at myndirnar eru hugtakandi. Tí okkurt tvørsagnarkent er yvir hesum gentuandlitunum við myrkum, tølandi eygum og ovurhondsbreiðari nøs og munni, sum sameinir tað menniskjaliga við okkurt upprunaligt og djórakent. Harumframt er andlitsbragdið merkiliga samansett av sakloysi og eini snildheit, sum í summum førum tykist heldur bannsett. Samanumtikið tykist hetta vera ein at síggja til fitt og meinaleys barnaverð, sum hvørja løtu kann kúvenda á sama hátt og blómurnar í myndunum umframt at vera vakrar í grundini eru so overstórar, at tær tykjast hóttandi.
Ymiskháttaður íblástur
Hesin myndaheimurin kann næstan tykjast vamlisligur so smikursøtur sum hann er í litum og málihátti. Hetta verður tó ongantíð nakar trupulleiki hjá Kathrine Ærtebjerg, sum í Galleri Gl. Strand hevur komponerað sína framsýning við stórum og smáum myndum, ið komplimentera hvørja aðra í stødd og í úttrykki. Við síðuna av teimum elskuligu og at síggja til ítøkiligu myndunum hanga myndir, sum eru ávikavíst meira úrtøkiligar (abstraktar) og mystiskar og myndir við einum grafiskt greiðum, nærum sakligum dámi. Hóast tú ikki ivast í, at myndirnar hava sama skapara, eru tær so ymiskar, at tær tykjast skyldar verkum hjá so ymiskum listafólkum sum Sigmar Polke (1941) og Marlene Dumas (1953). Fyrst og fremst er tað franski listamaðurin Odilon Redon (1840-1916), sum kemur til hugs. Redon, ið á sama hátt sum Kathrine Ærtebjerg og mong føroysk listafólk við, bæði fekst við málarí og grafikk er kanska tann áhugaverdasti av symbolistunum. Hann var sjálvur inspireraður av bókunum hjá Edgar Allen Poe og til hann var farin um tey fimmti, arbeiddi hann bert við svørt-hvítum koltekningum og steinprentum. Í hesum svart-hvítu myndunum menti hann síni merkiligu myndevni, ið vóru átøk dreymasjónum og opinberingum við sveimandi høvdum og hybridum skapningum við blómukroppi og menniskjaandliti. Í myndini “Hon var langt burturi” hjá Kathrine Ærtebjerg sæst eitt andlit ovaliga til høgru í myndini, sum hongur í leysari luft og lýsir upp í myrkrinum á sama mystiska hátt sum í myndunum hjá Redon. Hetta eru tó ikki skapningar Redons, sum hanga í leysari luft, men gentudjórið hjá Ærtebjerg, sum er til reiðar her og nú, men sum ikki altíð veit júst hvat hon er til reiðar til. Tað er ikki bert Kathrine Ærtebjerg, sum hevur fingið eygað á høgu góðsku Redons. Áðrenn hana vóru fauvistarnir við Matisse á odda hugtiknir av franska symbolistinum, eins og surrealistarnir sóu hann sum eina fyrimynd. Ávirkan sæst eisini í myndunum hjá fleiri yngri listafólkum í dag, hvørs áhugi fyri franska listamannin møguliga varð vaktur við stóru framsýningini, sum Moma hevði við hansara myndum tíðliga í ár.
Framsýning
Mikið virksemi er í hesum døgum á Grafiska Verkstaðnum, sum er vorðin ein sonn bráðpanna fyri talent og professionalismu innan listina í Føroyum. Kathrine Ærtebjerg hevur nýliga vitjað aftur og hevur eisini hesa ferð gjørt 4 steinprent, sum eru grafiskt greidligari og heldur daprari í mun til tær eldru myndirnar. Í løtuni arbeiðir Sigrun G. Niclasen á verkstaðnum, eins og Tróndur Patursson, Bárður Oskarsson, Peter Carlsen og Hansina Iversen fara at prenta har í næstum. Nøkur av øllum hesum prentum verða óivað at síggja saman við prentunum hjá Kathrine Ærtebjerg og mongum øðrum á framsýningini, sum Grafiski Verkstaður Føroya fer at hava við verkum í úrvali í Listahøllini á Tórshavnar Skipasmiðju tann 1. desember í ár.