Hydro-Tech flytir

Hydro-Tech savnar alt virksemið á Eiði undir sama tak í nýggja smiðjubygninginum á havnarlagnum. Gamli smiðjubygningurin verður væntandi seldur fyrsta dagin

Vinnumál

Eiði:
Gamli smiðjubygnignurin hjá Hydro-Tech á Eiði verður helst seldur ein av komandi døgunum. Samráðinganrar eru komnar væl áleiðis, og smiðjan fer at flyta alt virksemið í nýggja bygningin á havnarlagnum.
Tann nýggi smiðjubygningurin er rættiliga nógv størri enn tann gamli, og klárar at hýsa øllum virkseminum hjá smiðjuni, sigur Ólavur Asafsson Olsen, stjóri á Hyrdo-Tech.
Í gamla bygninginum er einki virksemi hjá Hydro-Tech sum so, annað enn at skrivstovuhøli og matarhøli eru eftir. Tá so tað alt er flutt í nýggja bygningin, verður arbeiðsligari hjá teimum, væntar stjórin.
Partur av gomlu smiðjuni verður leigaður út. Talan er um ein skipstimburmann, sum millum annað plagar at gera timburarbeiðið í teimum tvíkiljunum, sum Hydro-Tech smíðar á Eiði, skilir Sosialurin.
Enn er eingin endaligur sølusáttmáli undirskrivaður, og tí vilja partarnir, sum samráðast um handilin, ikki siga nakað meira um sjálvan handilin.
Sosialurin skilir, at talan er um ein privatpersón, sum liggur framvið at keypa smiðjubygningin. Hann vil tó ikki siga nakað enn, tí sum viðkomandi sigur, er eingin handil avsluttaður.
Men hinvegin noktar hann ikki fyri, at hann er áhugaður í at keypa smiðjuna. Hann hevur tilknýti til ávísa vinnu á Eiði og metir, at hølini eru egnað at brúka í tí sambandi. Har eru bæði goymslupláss eins og skrivstovuhølini eru innrættað.
Møguligi keyparin sigur við Sosialin, at onkur fyrispurningur hevur longu verið um at sleppa at leiga seg inn í smiðjubygningin. men enn er eingin avgerð tikin um tað. Tó metir hann góðar møguleikar vera fyri, at verandi leigumál kunnu fara at halda fram.
Hydro-Tech fer kortini at verða verandi í gamla smiðjubygninginum fram til fyrsta mai, tí ikki fyrr enn tá vænta teir, at alt er klárt i nýggja bygninginum at taka í móti tí, sum eftir er at flyta.