Hydro sleppur Sagexfólkum

Málið um teir tríggjar Sagex-verkfrøðingarnar, sum herfyri fingu fútaforboð at arbeiða í føroyskum øki fyri Føroya Kolvetni, hevur nú fingið ein enda.

Jan Müller


Síðani at Sagex-fólkini vunnu frísak í Lagmandsretten, sum harvið ógildaði fútaforboðið frá undirrættinum, hevur Norsk Hydro biðið kærunevndina um at fáa málið til Hægstarætt. Nú frættist so, at Norsk Hydro hevur broytt støðu og hevur gjørt av heilt at sleppa málinum. Tað ger ikki meira við tað. Tvs. at fríkenningin hjá Lagmansretten av teimum trimum ráðgevunum hjá Føroya Kolvetni verður endalig.

Ein orsøkin til at norska oljufelagið hevur slept málinum skal vera, at nú Norsk Hydro ikki hevur fingið nakað leitiloyvi í Føroyum, og tí hevur tað heldur onga orsøk til at halda fram málinum um teir tríggjar fyrrv. Sagamenninar.

Sambart Nettavisen í vikuni arbeiða Sagexfólkini nú við at leggja endurgjaldskrav móti Hydro fyri seinkan og tap í teirra arbeiði.

Sambart Nettavisen sigur keldur, at kompromisleysa støðan til teir tríggjar ráðgevararnar hjá føroyska oljufelagnum var ein av teimum mest týðandi orsøkunum til, at Norsk Hydro ikki fekk loyvi at leita eftir olju og gassi á landgrunninum. Hetta verður víst aftur av oljumálastýrinum skrivar norska blaðið.