Fólkatingið samtykkir í dag at loyva fólkakirkjuni at víga samkyndum pørum í Danmark.
Hetta verður ikki galdandi fyri Føroyar, men samtyktin reisir fleiri spurningar, og tí hevur fólkatingslimurin Sjúrður Skaale í dag sett ráðharranum Karen Hækkerup ein fyrisprning.
Spurningin er um, hvør støðan er hjá samkyndum, sum eru vígd í Danmark, og flyta til Føroya. Føroyar loyva ikki skrásettum parlagi ella borgarliga ella kirkjuligari vígslu av tveimum fólkum av sama kyni.