Hvussu verja vit í Føroyum okkara børn? Tað er ein spurningur, sum verður viðgjørdur í beinleiðis kjaksending á Rás2 klokkan 16 í dag. Óli Breckmann, sum skipar fyri kjakinum, hevur fingið Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, Rigmor Dam, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin og Sirið Stenberg, tingkvinnu fyri Tjóðveldi at kjakast um korini hjá børnum í Føroyum. Løgtingið hevði nýliga aðalorðaskifti um barnarættindi í Føroyum, soleiðis sum ST krevur tað av sínum limalondum. - Krøvini til Føroyar sum barnaland eru hørð, harðari enn Føroyar kláraðu at lúka til í 2011, men tó ikki øðrvísi enn krøvini til onnur limalond. - Hin vegin má ein himmalvíður munur vera á teimum korum, sum Føroyar yvirhøvur kunnu tryggja sínum børnum, og tí fátæka trælalívi, sum flestu limalond í ST kunnu bjóða sínum kúgaðu fjøldum av børnum -og borgarum yvirhøvur, sigur Óli Breckmann. - Men Føroyar fara eyðvitað ikki at brúka heimsins ørmundarhús sum fyrimynd, tí vit vilja heldur meta okkum við heimsins fremstu, sum vit hóast alt eru eitt av, leggur hann afturat.
Síðan 2011 eru føroyskir myndugleikar komnir væl longur á leið til at lúka ST-krøvini, men nøkur mál eru enn at røkka, og onnur mál leggjast til. Tað eru skjótt 25 ár síðan Føroyar í 1992 tóku við sáttmálanum hjá ST um sjálvstøðug rættindi hjá børnum, so barndómurin hevur eitt virði í sær sjálvum, og at børn hava tørv á serligari verju. Tá Føroyar vóru til ’eftirmeting’ hjá ST í 2011, vísti altjóða felagskapurin á nøkur viðurskifti, sum Føroyar áttu at tryggja børnum betur. Teirra millum vóru: - Kynsliga misnýtslu av børnum
- Harðskap móti børnum
- Fráboðanarskyldu hjá starvsfólki
- Óheftan Barnaumboðsmann
- Sálarligu heilsuna hjá børnum
- Vantandi hagtøl um barnafátækradømi, kynsliga misnýtslu og harðskap.
- Sjálvbodnan sáttmála um barnaskøkjulevnað og barnaprostitutión.
Óli Breckmann vísir á, at síðan 2011 hava Føroyar fingið eina heilarætlan um harðskap í parlagi og nærsambondum. Samskipari er settur at seta í verk 18 átøk í heildarætlanini og í løtuni verður arbeitt við heildarætlan um kynsliga misnýtslu. Føroyar hava fingið óheftan Barnaumboðsmann, og Løgtingið hevur samtykt at seta í gildi tað sjálvbodna sáttmálaískoytið hjá ST um barnasølu, barnaskøkjulevnað og barnaprostitutión. Vit hava fingið Barnahús, sum tvørfakliga samskipað millum barnavernd, løgreglu og heilsuverk, tá tað snýr seg um kynsliga misnýtslu og hagtalsgrundarlagið um livikor, misnýtslu og harðskap móti børnum er munandi bøtt. Bíðitíðin til barnapsykiatriska viðgerð er bíðitíðin munandi stytt, og nýggjur barnapsykiatrikari er settur í starv frá august og børn við serligum tørvi verða send av landinum til Danmarkar í væl minni mun enn fyrr.
Samstundis er eitt uppskot um fátækramark undir fyrireiking til at verja børn móti sakni og mistrivnað orsakað av ov lágum inntøkum í familjuni, serliga við støkum uppihaldarum. |