Í Føroyum hava vit fakfeløg, sum tryggja, at lønarlagið og arbeiðsviðurskiftini eru í lagi. Hetta er úrslitið av einum langum stríði, har arbeiðarar hava staðið saman um at skapa broytingar á arbeiðsmarknaðinum. Í nógvum londum runt um í heiminum er hetta stríðið ikki av, og dømi um at arbeiðsviðurskifti í altjóða høpi ikki eru í lagi, koma javnan fram í fjølmiðlunum.
Í Føroyum burdi tað ikki verið vandamikið at farið til arbeiðis. Hendir ein arbeiðsvanlukka, so eigur hetta at fáa fylgjur beinanvegin. Eftir at hava sæð sendingina um Anitu, eru vit skelkað av, at hesi arbeiðskorini finnast í Føroyum. Tað, sum er komið fram er so langt úti, og vit vilja ikki hyggja tigandi at, ímeðan útlendsk arbeiðsmegi arbeiðir undir óvirðiligum korum á føroyskum arbeiðsplássum. Hetta stendur í stórari andsøgn til Føroyar, sum vit kenna tær, og sum vit ynskja, at tær skulu vera. Hóast vit búgva uttanlands, so kenna vit okkum sum føroyingar, og loyva okkum tí at undrast og seta spurnartekin við tað, sum fer fram í pørtum av føroysku fiskivinnuni í dag.
- Vit undrast á, at vit í Føroyum hava megnað at skapað eina fiskivinnu, sum er so lítið gjøgnumskygd, at rúgvuvís av peningi bara kunnu hvørva. Sendingini um Anitu vísti okkum, at eitt fiskiloyvi, sum verður givið einum reiðaríi, sum hevur munandi minni útreiðslur til lønir, enn vanligt er, kortini ikki megnar at skapa eitt yvirskot, soleiðis at peningur kemur aftur í landskassan, og harvið fólkinum í Føroyum til góðar. Roknistykkið hongur ikki saman, og vit undrast á, at meira ikki verður gjørt fyri at fáa greiðu á, hvar peningurin blívur av.
- Vit undrast á, at arbeiðsviðurskiftini í føroysku fiskivinnuni kunnu vera so óskipað og vandamikil, sum fram er komið í sendingini um Anitu, og at hetta eftir øllum at døma ikki fær fylgjur. Skulu vit góðtaka, at fiskimenn umborð á føroyskum skipum, t.d. ikki tora at siga frá, tá ið arbeiðsviðurskiftini ikki eru í lagi? At teir hava sáttmálar, sum binda teir til at vera til arbeiðis í 12-18 mánaður við ongum frítúri? Skulu vit góðtaka sosiala dumping í Føroyum? Vit undrast stórliga á, at hesin spurningur ikki fær størri viðgerð.
- Vit undrast á, at landsstýrismaðurin eftir øllum at døma situr sum talsmaður fyri vinnuna, og ikki sum avvarandi myndugleiki á økinum. Vit undrast á, at vinnan einsamøll skal standa við allari ábyrgdini fyri at tryggja arbeiðskorini hjá útlendskum fiskimonnum umborð á føroysku skipunum. Í síðsta enda hava vit sum føroyingar ábyrgd av at tryggja rættindini hjá øllum, sum starvast í Føroyum. Ikki bara føroyingum. Vit undrast á, at myndugleikarnir hyggja passivt at í førum, har vinnan týðiliga ikki megnar at lyfta hesa týdningarmiklu uppgávu.
Tí vilja vit seta landstýrismanninum í fiskivinnumálum hesar spurningar:
- Hvat verður ítøkiliga gjørt fyri at tryggja, at útlendsk arbeiðsmegi, sum kemur til Føroya at arbeiða, arbeiðir undir virðiligum korum?
- Hvat verður ítøkiliga gjørt fyri at tryggja gjøgnumskygni í føroysku fiskivinnuni?