John Johannesen stendur spyrjandi, nú løgmaður hevur boðað frá, at skjalatilfarið frá fullveldissamráðingunum ikki verður leysgivið, tí fullveldisgongdin er áframhaldandi. Ætlar løgmaður at taka fullveldi, spyr John Johannesen Tað hevur ikki borið til, at fáa skjalatilfarið frá fullveldissamráðingunum leysgivið frá løgmansskrivstovuni. Orsøkin er, sambært løgmanni, at fullveldissamráðingarnar eru áframhaldandi.
Tí setir John Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, í dag nakrar almennar fyrispurningar til løgmann.
-Fari við hesum at spyrja løgmann, ið eisini er formaður í Sambandsflokkinum, hvat innihaldið og endamálið í áframhaldandi fullveldissamráðingunum er. Hvørjir fundir hava verið um hetta mál? Hvussu sær tíðarætlan løgmans út? Og hvør er samráðingarleisturin, spyr John Johannesen í dag.
John Johannesen heldur, at tað hevði verið gott, um løgmaður alment kundi svarað hesum fyrispurningum.
-Um so er, at løgmaður afturvísir, at hann stendur fyri áframhaldandi fullveldisgongd, vildi eg mælt honum sum ovasta fyrisitingarmyndugleika til at leysgivið skjalatilfarið, sigur John Johannesen.