Í kvøld klokkan 19 er býarbókasavnið í Tórshavn karmur um tiltak, sum tey kalla Mítt Bókasavn.
Á skránni er prát við tríggjar gestaluttakarar, sum hvør á sín hátt hava brúkt bókasøvn nógv, bæði í sambandi við sítt yrki og privat, skrivar býarbókasavnið.
Tey trý eru Bergljót av Skarði, studentaskúlalærari, Jan Mortensen, lønarstjóri, og Jóanes Nielsen, rithøvundur.Lagt verður upp til prát um, hvønn týdning og hvønn leiklut bókasøvn hava havt í lívinum hjá teimum trimum, hvørji serlig minnir knýta seg at bókasavnslívi teirra, og hvussu tað perfekta bókasavnið sær út, sæð frá teirra sjónarhorni.
Høvi verður eisini at hoyra Jóanes Nielsen lesa upp nakrar av yrkingum sínum, og Arnbjørn Ó. Dalsgarð, býarbókavørður, verður vertur.