Sameindu Tjóðir (ST) siga í sínum metingum, at 7. hvør heimsíbúgvi ber brek. Brek verður í hesum høpi allýst sera breitt, og fevnir bæði um sálarlig og likamlig brek í størri og minni vavi.
Heimurin telur í dag um 7 milliardir íbúgvar. ST metir, at 1 milliard ber brek. Hetta er um 7. hvør íbúgvi. Hetta talið ljóðar sera høgt, og skuldi tað verið galdandi í Føroyum, ja so hevði annaðhvørt húskið, ella so, havt eitt húsfólk, sum bar brek.
Fólk, ið bera brek, kenna tað ofta so, at tey verða ikki javnt sett við onnur. Hetta er galdandi í nógvum ymiskum støðum, eitt nú tá tað snýr seg um at læra, fáa útbúgving, hava møguleika at fáa starv, at seta búgv, at kunna ferðast frítt í samfelagnum, at verða hoyrd og so framvegis.
Hyggja vit nøkur ár aftureftir, so var hugburðurin til tað at bera brek, øðrvísi enn hann er í dag. Fyrr var brekið sæð sum eitt slag av sjúku, sum skuldi hava eina diagnosu og harfrá skuldi sjúkan viðgerast ella lekjast, alt eftir hvat slag av “sjúku” talan var um. Í dag er sjónarringurin víðkaður nakað, og er tað nú meir samspælið millum fólk og kringumstøður, sum siga nakað um, í hvønn mun fólk bera brek.
Tað merkist ógvusligt at bera brek
Stórur partur av tí at bera brek skyldast kringumstøðunum. Um tey, sum bera brek, eitt nú fáa somu skúlagongd sum onnur, fáa útbúgvingar, fáa størv, seta búgv, kunnu ferðast frítt í samfelagnum, verða hoyrd osfr., so hevði brekið í nógvum førum verið burtur ella minkað munandi – í tann mun tað ber til hjá tí einstaka. At hugsa sær, fyrst at hava eitthvørt brek, og sum steinur omaná byrðu, at verða útihýstur úr samfelagnum!!. Hetta eiga vit sum samfelag og sum medmenniskju at kunna gera betri.
Hvussu nógv eru vit?
Vit vita ikki um tað er galdandi at 7. hvør íbúgvi í Føroyum ber brek. Tað hava vit ikki tøl fyri.
Men vit vita, at 24 limafeløg eru í MBF og samanlagt hava hesi feløg um 4.000 limir, sum er tað sama sum 8% av íbúgvunum í Føroyum ella tað sama sum 12. hvør íbúgvi. Limirnir umboða fólk, sum bera brek og avvarðandi. Harumframt vita vit eisini, at tað eru fleiri fólk í Føroyum, sum bera brek, men sum ikki eru limir hjá MBF. Henda vitan gevur okkum eina ábending um, at tað at bera brek, røkkur inn í nógv húski í Føroyum.
Betri kringumstøður
Tað er umráðandi at fokus í størri mun verður flutt til umtøðurnar kring tann, ið ber brek. Kringumstøðurnar skulu rúma øllum fólkum. Í øllum samfelagsliðum, bæði privatum og almennum, eiga og mugu vit hugsa rúmsátt, soleiðis at ØLL fólk fáa møguleika at luttaka við tí førleika tey hava. Ein fortreyt fyri at kunna gera raðfestingar, og at kunna síggja nyttuna í at hugsa rúmsátt er, at vit hava betri hagtøl. Hagtøl fyri hvussu nógv hava brúk fyri útbúgvingum, hvat slag av útbúgvingum tørvur er á, hvussu nógv hava brúk fyri einum starvi, hvussu nógv hava brúk fyri bústaði osfr.
Tøl tala
Tøl tala og tílíkari talu hava vit brúk fyri. Ynski okkara er at fáa betri hagtøl í 2015. Hesi hagtøl skulu stuðla undir arbeiðið,at røkka longur, at javntseta øll, ið búgva í Føroyum.
Januar 2015
Ráðið fyri brekað
Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna