Hvussu nógvar pengar fær Atlantsflog úr landskassanum?

Tingkvinna vil vita, hvussu nógvar pengar Atlantsflog fær í fíggjarligari hjálp, og um pengar bæði vera til flogferðslu og hotellið hjá felagnum.

 

Kristina Háfoss hevur sett Jørgeni Niclasen ein munnligan fyrispurning um fíggjarliga hjálp til Atlantsflog. Hon setir landsstýrismanninum í fíggjarmálum hesar spurningar:

1.     Nær verður fíggjarlig hjálp veitt Atlantsflogi?

2.     Hvørjum verður bíðað eftir?

3.     Hvussu stór upphædd væntar landsstýrismaðurin at tørvur er á?

4.     Verður hjálpin bert til flogferðsluna hjá Atlantsflogi ella eisini til aðrar partar av virksemi felagsins?

5.     Nær verður Løgtingið kunnað um, hvør ætlan er fyri okkara tjóðarflogfelag komandi árið og árini?

Í viðmerkingunum vísir hon á, at koronivirusið hevur havt kollveltandi ávirkan á ferðavinnuna í Føroyum og kring allan heim. Úrslitið er, at neyðugt hevur verið við umfatandi hjálparpakkum fyri at spenna eitt trygdarnet undir teimum pørtum av ferðavinnuni, ið ynskt verður skal vera til staðar, eisini tá koppingarevni er veruleiki, og ferðavinnan kann taka seg uppaftur.

– Flogferðslan hevur verið ávirkað í serliga stóran mun. Tí hava grannalond okkara og lond kring heimin eisini veitt stóra fíggjarliga hjálp til flogfeløg, ið skulu tryggja teirra flogferðslu nú og frameftir.

– Í Føroyum hevur korona eisini havt stóra ávirkan á okkara tjóðarflogfelag – Atlantsflog. Stórar broytingar í ferðaætlan og hópuppsøgnir hava fingið ógvusligar og neiligar avleiðingar fyri starvsfólk og ferðasambandið hjá føroyingum út í heim, vísir løgtingskvinnan á.

Hon sigur víðari, at neyðugt hevur verið við ávísum tillagingum í kjalavørðinum av korona, men samstundis er alneyðugt, at broytingarnar verða framdar við komandi ári og árunum í huga. Atlantsflog er okkara høvuðsfarleið út í heim, og er tí avgerandi at hava eitt sterkt tjóðarflogfelag, ið støðugt tryggjar, at vit hava gott flogsamband við útheimin.

– Enn hevur Løgtingið onki frætt um, hvør ætlan er fyri okkara tjóðarflogfelag, tá vit hyggja tvørturum koronutíðina. Hava vit eitt sterkt tjóðarflogfelag, ið er til reiðar at fara undir meira vanligt virksemi aftur í 2021? Eisini verður enn bíðað eftir, at landsstýrið veitir felagnum fíggjarligu hjálpina, ið tørvur er á.

Í Búskaparfrágreiðingini, ið fylgir við uppskoti til fíggjarlóg fyri 2021 verður á s. 18 víst á, at úrslit landskassans væntast at verða -367 mió. kr. í 2020, men at hartil koma ”væntaðar serútreiðslur til almenn partafeløg”. Upplýst verður ikki hvussu nógv talan er um, men Fíggjarmálaráðið skrivar í Búskaparfrágreiðingini, at væntandi verður endaliga hallið í 2020 um hálva milliard.