Tórbjørn Jacobsen vil hava at vita, hvussu nógvar pengar Marner Jacobsen, Bjarni Olsen, Frithleif Olsen og ikki minst Odd Bjellvåg ætla at seta seg fyri í sambandi við, at Eik skal hava nýggjan kapital.
Torbjørn Jacobsen, tingmaður fyri Tjóðveldi vil fegin vita, hvussu nógv Marner Jacobsen, Bjarni Olsen, Frithleif Olsen og ikki minst Odd Bjellvåg og hinir ábyrgdarmenninir í EIK ætla at seta seg fyri í nýggjum partapeningi, hvussu nógva megi teir sjálvir ætla at leggja til sum andvekt, nú Eik stendur á lopi.
Tað eru spurningarnir, sum Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fyrst og fremst skal seta, áðrenn føroyski skattgjaldarin skal vera við at reisa bankan, metir Torbjørn Jacobsen.
Tað mugu vit vita, áðrenn avgerðin verður tikin, er niðurstøðan hjá tingmanninum hjá Tjóðveldi.










