Eftir, at sjúkrahúsini í fjør (tilætlað og við góðkenning frá politikarum?) sprongdu allar búskaparligar karmar og harvið tilvitað brutu landsins lógir, trinu politikar fram á pallin og byrjaðu at tosa um undirfígging av sjúkrahúsunum. Bískaparfólk vóru sett, at grava hóskandi hagtøl fram fyri at prógva hesum og róð varð fram undir, at nú skuldu sjúkrahúsini sjálvi siga hvussu stórur tørvurin varð.
Áhugaverdur arbeiðsháttur sum ikki er, at síggja í okkara grannalondum og sum spælir hasard við pening skarttaborgarans. Kom at hugsa um norska heilsumálaráðharran Sylvia Brustad sum í februar í ár tók blaðið frá munninum.
Okkara grannalondum verður arbeitt øðrvísi
Á talarastólinum í Stórtinginum helt hon eina torutalu móti norsku sjúkrahúsunum og teirra búskaparliga óskili. Ársøkin var ein yvirnýtsla á sjúkrahúsum uppá 1,5 mia. kr. svarandi til umleið 20 mió. kr. í føroyskum høpi.
Hon gjørdi hetta eftir, at hon hevðið fingið andstøðuna við sær. Av tí, at álop á sjúkrahúsverkið vanliga er ein gloypibiti hjá andstøðuni, at koma sjúklingum “til bjargingar”, er tað rættiliga sjáldsamt, at andstøðan er samd við stjórnini tá slíkar avmarkingar skulu gerðast. Men hesu ferð høvdu politikar fingið nokk.
Søgan varð tann sama sum í Føroyum við, at sjúkrahúsini fara útum játtanina, biða um eykajáttan og fara eisini útum eykajáttanina. Ynskja munandi økta játtan uttan, at tryggd fæst fyri betri og størri tænastu fyri borgarnar. Harafturat vóru sjúkrahúsini (eftir avtalu við stjórnina) farin at taka rakstrarlán, sum síðani skuldu gjaldast aftur.
Brustad helt her eina søguliga talu við stuðli frá andstøðuni um at nokk er nokk. Og hon helt áftram: “En årsak til problemene er, at man har brukt mer penger enn man har til disposisjon. Det er viktig med orden i økonomien, selv for sykehusene. Slik går det ikke an å holde på!. Harafturat nevndi hon, at tað varð liðugt við at fara út um játtanina. Játtanin er viðtikin í tinginum og tað er eitt brot á demokratiið um hon ikki verður hildin.
Hon metti, at atburður sjúkrahús leiðslunar varð ein háðan mótvegis Stórtinginum og at: ”Jeg prøver å gjøre min jobb som helseminister. Det er slutt på å etterbetale penger. Det er ingen enkel løsning på dette, det er ikke bare å gi en milliard, så er dette løst. Vi må forholde oss til det Stortinget fatter”.
Professari Terje P. Hagen við Institutt for helseledelse og helseøkonomi tekur undir við Brustad. ”Det er første gangen på nesten 15 år at helseministeren har gitt et så klart signal og samtidig har muligheten for å holde det. Det finnes tidligere ministre som har prøvd seg på lignende, men da har de blitt falt i ryggen av opposisjonen i Stortinget”.
Norski staturin yvitók raksturin av sjúkrahúsunum í 2002 í vóninu um at fáa tamarhald á búskapinum. Heilsumálaráðharrin Sylvia Brustad hevur nú givið sjúkrahúsunum 6 mánaðir til at fáa skil á búskapin. Og sum hon sigur: “Ingen har private seddelpresser. Vi vet det blir bråk når vi setter ned foten. Vi kan ikke skremme folk med at det er krise”.
Skattaborgarin skal gjalda men fær onki.
Men í Føroyum er heilt onnur mannagongd. Her spyrja politikar hvat sjúkrahúsini vilja hava. Og so geva teir sjúkrahúsunum hetta. Hvar eru krøvini til dyggd, framleiðslu, førleika, kapping, nøgdsemi, búskaparskil o.s.fr. Hvat fáa borgarnir fyri øktar 30 – 60 mill. kr. av skattaborgarans peningi til sjúkrahúsverkið? Hetta svarar jú til eina økta útreiðslu uppá eini 4000 kr árliga fyri hvørt húsarhald í Føroyum.
Hvussu nógv høvdu hesi húsarhald ikki kunnað fingið við, at tekna eina privata sjúkratrygging fyri 4000 kr. árliga. Ein trygging sum kundið givið teimum atgongd til viðgerð á hægsta støði hvar sum helst í Europa.
Sum Brustad so rætt førir fram. Loysnin liggur ikki í at oysa pening í eitt svart hol hjá einum ineffektivum virki undir inkompetentari leiðslu. Tað er í áhugamálunum hjá skattaborgaranum, at krøv verða stillaði, at alterantivar loysnir og kappingar koma inn í myndina, at privata tænastan fær rúmari ræsur o.s.fr.
Tað er helst ikki ókent fyri politikarum, at eitt vaksandi tal av landsins borgarum taka í egnan lumma og fara av landinum at leita sær heilsubót. Hetta sjálvt um teir ikki hava sjúkratrygging. Rákið mennist og kemur helst at nærkast norðurlendskum viðurskiftum. Í Danmark hava nú umleið 1,5 mió. fólk tekna privatar sjúkratryggingar og kunnu velja viðgerðarstað og viðgerðarland sum teimum hóvar.
Í Føroyum halda politikarar áfram við at oysa pening í eitt ineffektivt sjúkrahúsverk, sum so at siga er uttan verunliga kapping við umheimin. Róð hevur eisini verið fram undir, at avtaka tað lítlu kapping sum vit nú hava í landinum og niðurleggja tey smáu sjúkrahúsini.
Tosið um, at verkið tørvar pening er mjørkatos. Eitt land hevur tað skipan og kostnað av sjúkrahúsverkinum sum hóskar til landið. Í Europa liggur útreiðslan millum 5 og 15% av bruttu tjóðar úrtøkuni. Føroyar eru helst einasta land sum vil hava eina skipan og útreiðslu sum líkist einum øðrum landi. Danmark kundið ikki droymt um, at havt eins sjúkrahús útreiðslu sum Noreg. Tey hava hvør sína skipan sum tey hvør sær taka fulla ábyrgd fyri.
Norðanlond sera ymisk á heilsuøkinum
Sambart OECD brúktu norðanlond í 2005 fylgjandi upphæddir til heilsuverkið roknað uppá hvønn borgara og í donskum krónum:
Danmark kr. 23.600,-
Svøríki kr. 21.600,-
Føroyar kr. 17,500,- (19.700,-)
Noreg kr. 35.600,-
Finland kr. 17.100,-
Grønland kr. 16.100,-
Ísland kr. 31.600,-
Føroyar í klombrum er tað talið Føroyar høvdu havt, um privata heilsutænastan lá á norðurlendskum støði. Privat heilsutænasta í Føroyum liggur væl aftanfyri londini í vesturheiminum og ætlanir eru frammi um, at minka hana. Hetta til stóran ampa fyri sjúklingar.
Einføld aritmetikk gevur so, at um Danmark skuldið sammett seg við Noreg so skuldu danir hækkað játtanina til heilsuverkið við heilu 65.000 mió. kr. Hetta kann sjálvandi ikki koma uppá tal. Ongin rættsiktaður danskur politikari hevðið droymt um, at komið við einum tílíkum uppskoti. Teir hava tað heilsuverk sum hóskar til danskan búskap, mentan og mannagongdir.
Føroyar, eitt serstakt land
Men so er ikki í Føroyum. Ikki nokk við, at embætisfólk verða sett til, at grava hóskandi hagtøl fram frá grannalondum fyri, at rættvísgerða økta føroyska játtan. Sjúkrahúsini verða harafturat biðin um, at siga hvussu nógv tey vilja hava. Og landsstýrismaðurin gerðst í øðini, um tey ikki fáa tað tey ynskja.
Hvat við øðrum almennum stovnum so sum skúlum o.t. Skal líknandi skipan eisini verða galdandi fyri tey? Lata tey fara langt út um játtanina meðan landsstýrismaðurin vælvitandi stendur og floytar og hyggur hin vegin. Hetta fyri síðani, at verða spurd um hvussu nógv tey vilja hava til næsta ár. Og, at so landsstýrismaðurin síðani hóttir við eldi og brandi, um ikki ynski stovnsins verður gingið á møti?
Harafturat verða sjúkrahúsini biðin um, at meta um hvørjar uppgávur tey skulu røkja. Tað hava tey onki við at gerða. Hetta er ein politiskur spurningur. Politikarnir eru valdir til at røkja tørvin hjá landsins borgarum. Her kemur millum annað sjúka og heilsa har politikara skulu seta út í kortið hvar henda tænasta skal keypast. Frá hvørjum sjúkrahúsi, frá hvørjum landi, frá privatum o.s.fr.
Í hesum sambandi er Landssjúkrahúsið í seinastuni sammett við eitt sentralsjúkrahús. Hetta er vandafullur vegur fyri okkara borgarar. Um rákið í vesturheiminum hevðið nátt Føroyar, so vóru tey 3 sjúkrahúsini her broytt til skaðastovur, kanningarmiðdeplar og eina sentala bráðdeild. Restin av peninginum hevðið verið brúktur til fluttning og avtalur við okkara grannalond, meira privata tænastu og betri sjúkratrygging. Harvið hevðið borgarin fingið eina munandi betri tænastu fyri sama pening.
Men her í Føroyum er sjúkrahúsleiðslan farin at reka politikk meðan Almenna- og Heilsumálaráðið er farið at reka sjúkahús.









