Hvussu nógv taka útbúgving innan trol og nót

Síðani 2007 hevur verið gjørligt at nema sær yrkisútbúgving í fiskireiðskapi, men hvussu nógv taka av møguleikanum?

Magnus Rasmussen vil hava at vita, um nakar tekur útbúgving innan fiskireiðskap. Tí fer hann at seta Rigmor Dam, landsstýriskvinnu á økinum, nakrar spurningar um hetta á tingfundinum í morgin.

 

Høvuðsspurningurin er, hvussu nógvir næmingar hava tikið yrkisútbúgving innan fiskireiðskap síðani hetta bleiv gjørligt í 2007. Hann spyr harnæst, um landsstýriskvinnan heldur, um ein slík útbúgving eigur at vera í Føroyum, og at enda um hon ætlar at gera nakrar broytingar við hesi yrkisútbúgvingini.

 

Magnus Rasmussen vísir á, at seinastu árini hevur nógv verið tosað um at menna allar handverkaravinnur og eggja teimum ungu at taka slíkar útbúgvingar.

- Samfelagið hevur sanniliga brúk fyri handverkarum, og tørvurin og eftirspurningurin eftir handverkarum økist ár fyri ár - bæði í Føroyum, men eisini í úti í heimi, sigur Magnus Rasmussen.

 

Síðani vísir hann á, at longu í 2007 bleiv ein kunngerð lýst um yrkisútbúgving innan fiskireiðskap – serliga trol og nót. Hetta bleiv gjørt við støði í einum álitið, sum ein arbeiðsbólkur skrivaði í 2004.

- Í álitinum verður m.a. skrivað, at tað er ynski hjá vinnuni, at møguleiki verður fyri at fáa eina handverkaraútbúgving innan trol og nót. Útbúgvingin kundi verðið skipað sum aðrar yrkisútbúgvingar, og at lærutíðin kundi hóskandi verið á trolarum, nótabátum og trolvirkjum, stendur í álitinum.

 

Tí vil Magnus Rasmussen hava at vita, hvussu nógv hava tikið hesar útbúgvingarnar seinastu 11 árini.