Hvussu menna vit landbúnaðin?

Føroysk landbúnaðarframleiðsla hevur sera harða kapping frá innfluttum landbúnaðar- og matvørum.

Búnaðarstovan skipar mánadagin 4. juli fyri einum tiltaki, har roynt verður at lýsa kappingarfortreytirnar, sum føroyskur landbúnaður hevur frá innfluttum landbúnaðar- og matvørum og at umrøða ymiskar vakstrarmøguleikar.

 

- Núverandi landsstýrissamgonga boðaði í síni virkisskrá í september 2015 m.a. frá hesum málum um landbúnað og matvøruframleiðslu, at "Greið mál skulu setast fyri landbúnaðin. Dentur skal leggjast á veksandi framleiðslu av føroyskum vørum -  mjólkarúrdráttum, rávørum til matstovuvinnu, ull og skinn til klædnavinnu, ferðavinnuupplivingar osfr…"

 

Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni, sigur, at stovnurin í fíggjarlógini fyri 2016 hevur fingið játtað pening til at arbeiða við spurningum viðvíkjandi greining av evnum í landsstýrisins politikki.

 

- Landbúnaðurin í Føroyum er lítil í vavi, bæði fíggjarliga, og tá talan er um arbeiðspláss. Landbúnaður og matvøruframleiðsla eru í teimum allar flestu londum, vit ynskja at samanbera okkum við, eisini av stórum týdningi fyri eitt nú matvørutrygdina og matvørudygdina í samfelagnum.

 

Stjórin vísir á, at samsvarandi hesum er tað eisini uppgávan hjá føroyskum landbúnaði at røkja hesar uppgávur uppgávu í føroyska samfelagnum. Tó slepst ikki uttan um, at føroysk landbúnaðarframleiðsla hevur sera harða kapping frá innfluttum landbúnaðar- og matvørum.

 

Av tí at landbúnaðar- og matvøruframleiðsla er tengd at so nógvum øðrum atlitum í samfelagnum enn bert sjálvari vøruframleiðsluni, er prísurin á hesum vørum í allar flestu førum ikki samsvarandi framleiðsluprísinum, men er hinvegin oftast partur av einum torskildum umskipanarbúskapi.

 

- Sæð í hesum samanhangi er tað tí av stórum týdningi hjá okkum at kenna grundleggjandi til fortreytirnar og tær fíggjarligu sniðgøtur, ið liggja fjaldar handan príslepan á teimum innfluttu landbúnaðar- og matvørunum, ið føroyski landbúnaðurin skal kappast við í handlunum. Vit mugu vita og ikki gita.

 

Tróndur Leivsson vísir á, at Búnaðarstovan í vetur heitti á bornholmaran, Mads Randbøll Wolff, um at gera eina greining av hesum viðurskiftum.

 

- Mads hevur seinastu knapt 20 árini arbeitt neyvt við spurningum viðvíkjandi landbúnaði og landbúnaðarpolitikki, bæði í danska Fødevareministeriet í fleiri umførum, sum Fødevareattaché á donsku sendistovuni í Fraklandi og hjá OECD, sum seniorráðgevi í landbúnaðarmálum hjá Nordisk Ministerråd í tvey skeið, og seinni sum stjóri í hugskotsbankanum Chora Connection, og nú sum stjóri í egnu ráðgevingarfyritøkuni Bæredygtighed 2013.

 

Stjórin sigur, at danin soleiðis sum fáur hevur sera gott innlit í norðurlendskan, evropeiskan og altjóða landbúnaðarpolitikk.

 

- Sum arbeiðið við greiningaruppgávuni er liðið framá í vár, er eisini vorðið greitt, at eins týdningarmikið sum tað er at greiða tey veruligu búskaparligu viðurskiftini handan vesturlendskan landbúnaðarpolitikk og prísseting, so er samstundis neyðugt at vísa á gongdar leiðir framá til at menna føroysku landbúnaðarvinnuna í hesi kappingini.

 

Tróndur Leivsson sigur, at frágreiðingin hjá Mads Randbøll Wolff viðgerð bæði evnini, og í henni verða mong ógvuliga áhugaverd viðurskifti umrødd. Á tiltakinum, sum byrjar klokkan 10 mánadagin, fer Høgni Hoydal, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, at leggja fyri við eini umrøðu av teimum politisku ætlanunum fyri landbúnaðargeiran. Síðani fer Mads Randbøll Wolff at leggja frágreiðing sína fram og at viðgera ymisk evni úr henni.

 

- Tiltakið, sum verður á Búnaðarstovuni, er alment, men er serliga ætlað politikarum, embætisfólki, umboðum fyri landbúnaðarvinnuna og teirra felagsskapum, øðrum áhugaðum umboðum fyri ymiskar myndugleikar og vinnulívið, fjølmiðlum, granskarum og øðrum við ítøkiligum áhuga í landbúnaðargeiranum, sigur stjórin á Búnaðarstovuni.