Hvussu manna vit miðvøllin uttan Brand og Fróða?

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr metingarnar hjá Teiti Joensen og Tróndi Arge, sum vóru at hoyra í "Fótbóltspanelinum" á Rás2

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tann partin av sendingini "Fótbóltspanelinum" á Rás2, sum snúði seg um føroyskan fótbólt.

 

Teitur Joensen og Tróndur Arge vóru gestir í sendingini, og Heri Simonsen var vertur.

 

Í partinum, sum snúði seg um føroyskan fótbólt viðgjørdi panelið tveir spurningar:

 

A) Hvussu manna vit miðvøllin á landsliðnum í EM-undankappingardystinum ímóti Andorra, leygardagin 25. mars klokkan 17 nú Brandur Hendriksson Olsen er langtíðarskaddur, og Fróði Benjaminsen samstundis hevur leikbann?

 

B) Aðalfundurin hjá FSF í morgin, og forsetavalið, sum ikki bleiv av nøkrum.