Er trúvirðið við at fara ?
Helst hevur Karsten Hansen havt ein ringan dag í tinginum tann 9. oktober, tí ikki færri enn tvey álvarsom ósannindi av hansara munnu henda dagin eru seinni avdúkaði. Og fyri at vaska hendur, brúkar hann nú tað triðja.
Ósannindi nr. 1
Tað fyrsta, sum Karsten Hansen gjørdi seg sekan í henda dagin, var at siga, at allur tann danski blokkurin stóð í Landsbankanum. Hetta vísti seg seinni at vera (fyri trý tey seinastu árini) 1,6 mia. krónur við síðuna av veruleikanum.
Ósannindi nr. 2
Tey næstu ósannindini hjá Karsteni Hansen henda dagin vóru, at hann segði (og eg endurgevi orðarætt, fyri at eingin misskiljing skal vera): "...Tað sum fór fram millum annað í sambandi við fíggingina, tað var jú at danir teir umfíggjaðu skuldina hjá okkum, og sjálvir høvdu teir fíggjað frá grundini av aðrastaðir frá, fyri millum 5 og 5,5 prosent. Og teir vóru so beinasamir, at teir lántu tað víðari til tað niðurpínda føroyska samfelagið fyri 7 prosent..." (endurgeving endað).
At siga, at lánið varð tikið við eini renta uppá millum 5 og 5,5 prosent, og at tað varð latið víðari fyri 7 prosent, tað er tað sama sum at siga, at danir høvdu rentuvinning !
Ósannindi nr. 3
Nú eru Høgni Hoydal og Karsten Hansen í øðini, tí at Lisbeth L. Petersen hevur avdúka hesa villeiðing. Teir kalla hetta fyri lægstu vápn í politikki og ósannindi. Teir skriva millum annað soleiðis: "Lisbeth L. Petersen leggur okkum undir at hava sagt, at danski staturin hevur "tjent sær eyka rentu" uppá lánini til Føroya undir kreppuni. Hetta er síðani endurtikið í fjølmiðlunum. Men hetta eru orðini hjá Lisbeth ? ikki okkara."
- Jú víst eigur - í hvussu so er annar av tykkum - hasi orðini!
Heimasíða Løgtingsins
Fyri at vaska hendurnar snjóhvítar, siga Høgni Hoydal og Karsten Hansen, at ein og hvør kann fara inn á heimasíðu Løgtingsins og hoyra við egnum oyrum, hvat sag varð í tinginum. ? Og hví siga teir nú tað? - Jú teir vita sum er, at heimasíðan hjá løgtinginum er sera umfatandi, og at tað verða tey fækstu ? helst eingin ? sum fer at leita eftir orðaskiftinum har. Men fyri at lætta um hjá lesaranum, kann eg her upplýsa, at ein skjótari vegur, er at fara inn á heimasíðuna hjá Sambandsflokkinum (www.samband.fo), har orðini nú eru løgd út.
Landsstýrismálanevndin
Høgni Hoydal og Karsten Hansen enda greinina við at siga, at fyri at fáa allan sannleikan fram í hesum máli, hava teir gjørt av at heita á landsstýrismálanevndina hjá Løgtinginum um at kanna málið og gera sína niðurstøðu.
Høgni og Karsten vita, at landsstýrismálanevndin einans heldur eyguni eftir, um starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt. Eisini vita teir, at nevndin ger ikki niðurstøður. ? Og tá er lætt at biðja um at verða kannaður.