Hvussu illa drekkur tú - kanna tað her

Nú ber til at rokna út, hvussu nógv tú drekkur og, hvussu nógv vandin hjá tær økist fyri at fáa ávísar sjúkur

Drekki eg so mikið illa, at tað er vandi fyri heilsuni?

Tað man vera ein spurningur, nógv munnu seta sær - og nú ber eisini til at fáa svarið.

 

Fólkaheilsuráðið er farið undir eitt átak at fáa tey, sum drekka illa, at hugsa um, hvussu nógv tey í veruleikanum stoyta niður um av tí váta slagnum.

- Hetta er eitt átak, sum vendir sær til tey, sum drekka illa, uttan at vera misnýtarar av álvara, sigur Pál Weihe í Fólkaheilsuráðnum.

 

Hann sigur, at Fólkaheilsuráðið hevur nú sett eina tabell upp, har tað ber til at skriva, hvussu nóg ein drekkur um dagin og so er eisini ein sjálvvirkandi roknari sum vísir, hvussu nógv tað verður tilsamans um vikuna.

 

Samstundis er ein tabell sum vísir, hvussu nógv vansin fyri at fáa ávísar sjúkur, økist við teirri mongdini, tú drekkur um vikuna, tað verið seg krabbamein, skropnilivur, hjarta og æðrasjúkur, ella aðrar sjúkur.

 

Pál Wehe sigur, at hetta er eitt átak, har endamálið er at skera út í papp fyri fólki, hvussu nógv tey í veruleikanum drekka, tá ið alt verður lagt saman, og, hvussu tað ávirkar vandan fyri at fáa ávísar sjúkur.

 

- Endamálið er at vísa fólki veruligu støðuna og vísa á, hvussu nógv vandin fyri ávísum sjúkum økist við teimum drykkjuvanum, tey hava.

- Og so kunnu tey taka støðu til tað. Ikki tí, summi fólk vilja liva eitt lív og so eru til reiðar at taka ein ávísan vanda á seg fyri tað, sigur Pál Weihe. 

 

Tað vísir seg, at tann, sum drekkur eitt pinkalítið sindur um dagin, kanska eitt glas av reyðvíni, ger sær sjálvum eina tænastu, tí tað er gott fyri heilsuna.

- Men tað er rættiliga skjótt, at tað gongur skeiva vegin aftur, sigur Pál Weihe.

 

Kanna tínar rúsdrekka vanar við at TRÝSTA HER