Kenni tað sum ein stóran heiður, at danski forsætisráðharrin og Dimmalætting velja at brúka bæði forsíðu og eina heila opnu at seta spjaldur á undirritaða og at viðgera føroyskan politikk í sambandi við vitjanina í Føroyum í seinastu viku.
Boðskapurin hjá Anders Fogh Rasmussen var greiður og – eftir bókini – í trimum pørtum:
Danska stjórnin leggur seg ikki út í føroyskan politikk. Men annars heldur forsætisráðharrin, at uttanríkispolitisku ætlanirnar hjá meirilutanum í Føroyum eru skeivar. Hann vísir á, at uttanríkispolitikkur kostar nógvar pengar fyri fólkið í Føroyum, og at Danmark er nógv betur ført fyri at røkja okkara áhugamál úti í heimi – tildømis mótvegis ES, har Danmark hevur “lyklarnar”, sambært samrøðuni í Dimmalætting.
Undirritaði verður skírdur at vera ímóti Danmark – ja, at “gera Danmark til eina skálkatjóð” – og ikki at vilja samstarva við Danmark. Og so koma vanligu spjaldrini um at fáa meiriluta fyri at fáa “keisara, uttanríkisráðharra, forseta” o.s.fr.
Ongir politiskir trupulleikar eru at loysa ímillum londini. Føroyskir og grønlendskir myndugleikar hava sjálvir skyldina av, at danska stjórnin brýtur eina avtalu við føroysku og grønlendsku stjórnirnar og atkvøður ímóti okkara áhugamálum í altjóða hvalaveiðinevndini. Ja, Norðuratlantsbólkurin hevur høvuðsábyrgdina av, at Danmark atkvøður fyri friðaðum hvalaveiðiøkjum (!).
Norðuratlantsbólkurin stjórn í Danmark
Eg taki hetta sum skemt á høgum stigi. Serliga tá vit so ofta hoyra um “javnbjóðis virðing” og “javnsettar partar”. Tað er ein serliga stuttlig viðurkenning av Norðuratlantsbólkinum, at hann nú er vorðin stjórn í Danmark, og at danska stjórnin knappliga ikki hevur ábyrgdina av at útvega sær meiriluta fyri sínum politikki. Í øllum øðrum málum tryggjar stjórnin sær sjálvandi meiriluta saman við stuðulsflokkinum, Danska Fólkaflokkinum. Og mundi tað nú ikki vera hesin stuðulsflokkurin hjá donsku stjórnini, ið broytti hugsan í hvalamálinum, uttan at tað fekk nakrar avleiðingar?
Sera áhugavert er at eygleiða, hvussu Anders Fogh Rasmussen megnar at draga fjølmiðlarnar við sær. Í samrøðuni í Dimmalætting spælir blaðmaðurin virkið við og leggur enntá undirritaða orð í munnin um ikki at hava nevnt Danmark í einari samrøðu um ES, hóast tað kann prógvast, at tað er skeivt. Òsonnu upplýsingarnar verða síðani nýttir at seta spjaldur á undirritaða – og soleiðis gongur samrøðan sum eftir ánni...
Tí er nærum synd at órógva boðskapin og hetta dugnaliga spunaarbeiðið við fakta og veruleika.
Hvussu um vit høvdu gjørt tað sama uttanlands?
Men vit kunnu royna at ímynda okkum eina øvuta støðu:
Um ein føroyskur stjórnarleiðari fór á vitjan í øðrum landi og legði persónliga eftir einum ráðharra – og annars gjørdi greitt, at avtalurnar hjá eini meirilutastjórn í tí landinum um uttanríkispolitikk o.a. vóru skeivar.
Um ein føroyskur løgmaður fór á vitjan í – lat okkum siga Svøríki ella Noregi – og legði svenska ella norska uttanríkisráðharran undir at gera Føroyar til eina “skálkatjóð” – uttan nakra grundgeving yirhøvur.
Um ein føroyskur ráðharri fór á vitjan í einum øðrum landi við tí boðskapi, at orsøkin til, at føroyska stjórnin hevði brotið eina avtalu við tað landið, var teirra egna skyld, tí tey høvdu ikki gjørt nóg mikið fyri at ávirka parlamentariska grundarlagið undir føroysku stjórnini.
Rokni við, at vit tá høvdu fingið eina diplomatiska kreppu, og at bæði fjølmiðlar og onnur høvdu spurt um prógv og grundgevingar fyri slíkum boðskapi. Rokni somuleiðis við, at onkur hevði mett, at tað var at leggja upp til “konfrontasjón” og at skapa trupulleikar.
Heimastýrisligheitin endurskapað
Men soleiðis er ikki hjá okkum. Heldur kunnu vit rokna við, at um ein føroyskur politikari setir spurnartekin við framferðarháttin og útsagnirnar, so verður tað hinvegin lagt út sum “konfrontasjón” og at skapa trupulleikar.
Hetta prógvar eftir mínum tykki, hvussu heimastýrislig vit eru enn í 2008. Hvussu vit støðugt endurskapa heimastýrisligheitina í fjølmiðlum og politiskum orðaskifti. Verandi valdið skal altíð endurskapast og onki má broytast ella bjóðast av. Sannleikin liggur altíð onkra aðra staðni, enn hjá okkum sjálvum.
Og hvussu skal nakar virða okkum, tá vit sjálvi virða okkum so lítið?
Eg vil tí í allari friðarligheit loyva mær at seta nakrar spurningar og vísa á nøkur svar:
Hvar og nær hevur undirritaði gjørt Danmark til “skálkatjóð”?
Svarið er sjálvandi ongastaðni og ongantíð.
Veruleikin er hinvegin, at eg havi hildið langar røður, skrivað drúgvar greinar og givið eina heila bók út, har boðskapurin er greiður: Danmark røkir dugnaliga síni áhugamál, og onki løgið er í tí. Á fleiri økjum hava vit ymisk áhugamál og fortreytir, og har kann Danmark sjálvsagt ikki røkja okkara mál. Tí er neyðugt, at vit sjálvi taka ábyrgdina av okkara uttanríkispolitikki og samstarva sum vaksin fólk.
Hvar og nær hava vit ikki viljað samstarvað við Danmark?
Svarið er sjálvandi ongastaðni og ongantíð.
Veruleikin er hinvegin, at vit samstarva dúgliga við Danmark og nýta donsku uttanríkistænastuna allastaðni, har vit kunnu. Men vit vilja eisini byggja upp beinleiðis samstarv við onnur lond og felagsskapir undir egnum samleika, har vit hava áhugamál at røkja. Danska stjórnin er væl kunnað um hetta – og hon veit sjálvandi, at endamálið hjá okkum er at byggja upp okkara sambond, so vit eru tilreiðar at standa á egnum beinum sum sjálvstøðugt land.
Hvar og nær hava Føroyar ikki roynt at fingið betri avtalur við ES gjøgnum donsku skipanina?
Svarið er sjálvandi ongastaðni og ongantíð.
Veruleikin er hinvegin, at vit nú á 36. ári hava roynt at fingið betri avtalur við ES og aðrar felagsskapir gjøgnum donsku skipanina – uttan mun til, hvør hevur sitið í stjórn í Føroyum. Tað hevur gingið striltið og seinført. Bæði tí, at vit hava ikki gjørt okkum greiðar ætlanir, og eisini tí, at vit kunnu ikki rokna við, at Danmark sum eitt av nú 27 londum í ES, bara skal orna tingini fyri okkum.
Danmark verður alt meira bundið av ES-avgerðum sum eisini verða tiknar okkara vegna, hóast vit ikki hava valt hetta og tað stríðir ímóti okkara áhugamálum. Hvalaveiðimálið er bara eitt av mongum. Ikki minst nýggja ES-stýrisskipanin og at Danmark fer at atkvøða um at taka av síni fyrivarni mótvegis ES-samstarvinum, fer at leggja enn fleiri av okkara málum til ES at gera av.
Hetta noyðast vit at ásanna og loysa á ein siviliseraðan og demokratiskarn hátt, uttan at leggja tað út sum nakað stríð millum Føroyar og Danmark – ella við at háða persónar og politiskar flokkar.
Uttanríkisráðið – amboð til samstarv
Vit í landsstýrinum og Uttanríkisráðnum seta nú alla orku inn til at greiða okkara strategisku støðu mótvegis ES, EFTA og øðrum felagsskapum til tess at røkja okkara áhugamál. Hetta gera vit sjálvsagt við at røkja og knýta sambond bæði við Danmark, okkara næstu grannalond, og aðrar partar, har vit kunnu útinna felags áhugamál.
Hetta er eitt av endamálunum við at stovna føroyska Uttanríkisráðið. Og tað hevði verið eitt ómetaligt framstig, um vit kundu samst í Føroyum um hesi áhugamál – heldur enn at niðurgera hvønn annan. Tað ger bert okkara samráðingarstøðu vánaliga og fastheldur okkum í heimastýrisliga ongamannalandinum.