Hvussu gangnýta vit møguleikar í Arktis?

Hetta er yvirskriftin til tiltak, sum verður í morgin, 20. november. Tiltakið setir fokus á, hvørjar vinnuligir møgugleikar eru í arktiskum høpi.

Fyrrapartin verða verkstovur, har arbeitt verður við ymisku vinnuøkjunum, og seinnapartin verður alment tiltak frá klokkan 13-15.

Tað er Uttanríkistænastan sum bjóðar til tiltakið í samstarv við Norðurlandahúsið. Talan er um alment kjak um framtíð Føroya í arktiskum høpi.

Sjóneyka verður sett á vinnuligu møguleikarnar. 1) Hvussu gagnnýta vit nýggju møguleikarnar, so hesir verða gjørdir til ítøkiligan vinning fyri landið? 2) Á hvørjum økjum eru Føroyar mest kappingarførar í mun til tilgongdina í arktiska økinum? og 3) Hvørjar tillagingar skulu vit fremja, og hvørjir førleikar skulu mennast?

Tiltakið byrjar við einum fyrilestri við Rasmus G. Bertelsen, sum granskar í altjóða politikki á Arktiska Deplinum á Aalborg Universiteti. Hann fer at røða um arktisk viðurskifti og framtíðar avbjóðingar.

- Luttøka verður eisini við umboðum úr føroyska vinnulívinum, sum fyrrapartin hava luttikið í verkstovuarbeiði.

Vinnuhúsið sigur, at umboð fyri hvørja verkstovu fara at leggja fram um møguleikar og avbjóðingar innan ávikavist sjóvinnu, kolvetnisvinnu og tænastuvinnu.

- Síðani verður orðaskifti, har øll áhuga fáa møguleika at siga sína hugsan um, hvussu vit best gagnnýta nýggju møguleikarnar, sigur Vinnuhúsið.