Heri Eysturlíð, tónleikari Sødertælje
Hvussu fert tú at fylgja við brúdleypinum?
- Eg spæli sjálvur til fýra brúðarvígslur í Tyresö kyrka um vikuskiftið og fylgi slett yvirhøvur ikki við í hasum kongafjasinum. Fari at halda meg langt vekk frá miðbýnum leygardagin. Kringvarpið segði annars í fjør, at tey helst fóru at ringja til mín, men eg havi sagt í beinleiðis sending, at eg eri republikanari, so kanska ringja tey ikki.
Hvørja gávu kundi tú hugsað tær at givið parinum?
- Vit gjalda ovmikið í skatti til hatta sirkusið, og umframt tað fáa tey ikki inn í eygað frá mær. Eg kenni heldur ikki brúðarparið (hóast eg haldi, at Victoria einaferð hevur vinkað til mín úr einum bili, men tað var helst av óvart).
Osva Olsen, frásøgufólk, Uppsala
Hvussu fert tú at fylgja við brúdleypinum?
- Eg verði til arbeiðis tann dagin. Mín trupulleiki henda góða dag verður at koma til og frá arbeidsplássinum, sum liggur nær við, har sum kongaliga sirkusið verður.
Hvørja gávu kundi tú hugsað tær at givið parinum?
- Eg eri republikanari, so tey kongaligu fáa ongu gávu frá mær, men um eg kendi tey og var boðin í brúdleyp og átti nógvan pening, so hevði eg kanska givið teimum ein vakran oljumálning av til dømis Zakariasi Heinesen.
Guðrið Højgaard, marknaðarstjóri, Stockholm
- Hvussu fert tú at fylgja við brúdleypinum?
Eg fari at hava fult hús tann dagin, tí Linn, dóttir mín, fyllir. Umframt at halda føðingardag fara vit nokk bæði at fylgja við í sjónvarpinum og eisini kanska "live" inni í býnum, tá kortegan fer ígjøgnum Stockholms gøtur.
Hvørja gávu kundi tú hugsað tær at givið parinum?
- Bæði Victoria og Daniel eru náttúrumenniskju, so hvat kundi verið betur enn at givið teimum eina romantiska ferð til Føroya, við nógvum spennandi aktivitetum og støðum at vitja á skránni.
Myrna Hansen, hárfríðkannarkvinna, Stockholm
Hvussu fer tú at fylgja við brúdleypinum?
- Jú tað skal feirast! Eg ætli mær at sita framman fyri sjónvarpinum og ikki missa eitt sekund, haha. Havi bjóðað vinfólki til ein fínari døgurða, og gestirnir skulu bera klæði, sum hóska til eitt fínari brúdleyp. So hugna vit okkum sum best alt kvøldið:) Tað verður stuttligt!!
Hvørja gávu kundi tú hugsað tær at givið parinum?
Hevði Atlantic Airways ikki verið so óluksáliga dýrt, vildi eg fegin givið teimum báðum eina ferð til Føroya.
Oddvør Lamhauge, innkeypari, Hæsselby
- Vit fara nokk at vitja vinir og fylgja eitt sindur við brúdleypinum í sjónvarpinum.
Hvørja gávu kundi tú hugsað tær at givið parinum?
- Eg veit ikki hvat eg skuldi funnið uppá at givið teimum. Materialistiskt eiga tey alt. Kanska eitt ynski um góða eydnu í teirra lívi saman, og at journalistar og onnur, sum skriva so negativt um tey, bara kunna lata tey fáa frið. Finn okkurt annað at grenja um! Stakkals menniskju, sum ongantíð kunna fáa frið! Kongshúsið ger eitt flott arbeiði fyri altjóða svenskt vinnulív, og tað átti at verðið meira áhugavert at skriva um, enn teirra kærleikslív.