Hvat kann gerast fyri at bjarga teimum føroyingum, sum liva undir fátækamarknun, úr fátækadøminum?
Tað er evnið í eini beinleiðis kjaksending á Rás2 klokkan 16 í dag.
Tey, sum fara at kjakast um spurningin, eru Aksel V. Johannesen, løgtingsformaður fyri Javnaðarflokkin og formaður í floksins, Jørgen Niclasen, landstýrismaður í fíggjarmálum og formaður Fólkafloksins, og Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkurin, og eisini formaður floksins.
Óli Breckmann, sum stílar fyri kjakinum, spyr, hvussu tað ber til, at vit hava so nógvar føroyingar, sum liva í fátækadømi, samstundis sum føroyski búskapurin ongantíð hevur verið so sterkur, sum hann er nú.
Ført hevur verið fram, at tað er neyðugt, at løgting og landstýri veita teimum veikastu samfelagsborgarunum hjálp til sjálvhjálp. So er spurningurin, hvør henda hjálp kundi verið.
- Skal ein stakur uppihaldara hava líka høga inntøka sum tveir breyðvinnarar í einum húski hava?
- Nær koma tær teir sosialu bústaðirnir hjá Bústøðum á marknaðin, sum verða ein góð hjálp hjá støkum?
Verturin vísir á, at ein stakur uppihaldari við tveimum børnum, sum er løntakari við eini mánaðarløn á 25.000 krónur, hevur bara 2.000 krónur meiri at liva fyri, tá ið skatturin er goldin, enn ein stakur uppihaldari, sum bara livir av forsorg.
- Verða veitingarnar til stakar uppihaldarar hækkaðar, verða tað so fleiri, sum heldur vilja liva av hesi inntøku, enn at vera løntakarar?
- Hvat kann gerast politiskt, so at tað loysir seg nógv betur hjá støkum uppihaldara at arbeiða enn at liva av forsorg.
Spurt verður eisini, hví tað er so ringt at fáa politiska undirtøku fyri at broyta dagstovnalógina, so at ein stakur uppihaldari kundi valt ímillum at arbeiða fulla tíð, ella at arbeitt niðursetta tíð - ella at verið heima við børnunum, og fingið tað útgoldið frá kommununi, sum hon kortini rindar fyri barnaansingina?