Hvussu fáa vit lív áftur í miðbýin?

Hensia Einarsson, valevni á lista E
------

Ja, eg veit væl, at flestøll sum hava stillað upp til kommunuvalið, hava eitt boð uppá hetta. Eg veit eisini væl, at fleiri ætlanir eru gjørdar, sum hava loysnir uppá tað sama. Tað er hugaligt at síggja, at so nógv hava so stóran áhuga at fáa lív aftur í miðbýin. Eisini tey, sum hava sitið í býráðnum í nógv Harrans ár siga tað sama. So nú kunnu vit rokna við, at okkurt meira fer at henda við miðbýnum komandi býráðssetu.
Fleiri hava víst á, at ov nógvar skrivstovur eru í miðbýnum og tað haldi eg eisini. Tað er “lukket og slukket” aftaná arbeiðstíð og tað er lítið hugaligt at ganga ein túr vanlig kvøld, tað minnir um ein spøkilsisbý. Eitt fjølbroytt handils- og cafélív skal sjálvandi vera har í teimum niðastu hæddunum, men allar hasar skrivstovurnar eru óneyðugar í miðbýnum. Eg haldi, at skrivstovurnar kunnu í flestu førum flytast út um miðbýin, har tað harumframt eru betri møguleikar fyri parkering hjá viðskiftafólkunum og starvsfólkunum. Fyri fleiri árum síðani gav tað meining at hava skrivstovur, har tað var lætt atkomuligt, men tøkniliga menningin hevur broytt hesa mannagongd, so tað gevur líkasum onga meining longur.
Býráðsarbeiði snýr seg í stóran mun um at taka avgerðir. Avgerðir, sum verða tiknar, skulu vera væl lýstar juridiskt og menniskjaligt . Tað eru vælútbúgvin starvsfólk í umsitingini, sum taka sær av tí síðuni og tey fólkavaldu skulu so taka avgerðir. Tað er heilt vist ikki altíð lætt at gera øllum til vildar og lítið er at ivast í, at summar avgerðir kunnu vera ópopulerar og tá krevur tað rygg at standa við avgerðirnar. Ein avgerð kundi veri, at tað er kravd bústaðarskylda í gomlu býarpørtunum í Havn,
so tey gomlu húsini ikki vera seld til makrelbarónar og aðrar barónar, sum ætla at hava tey sum summarhús .
Fyri at koma aftur til lív í miðbýin, eiga vit at tora at taka avgerðir um virksemi í miðbýnum, har tað verður pláss fyri fólki at búgva og tá fólk flyta aftur í miðbýin at búgva, kemur lív aftur har, eisini aftaná arbeiðstíð .
Tað ætli eg mær at arbeiða fyri um eg veri vald í býráði.