20 ára gamla, Birna Brjánsdóttur, varð funnin umleið 15 fjórðingar vestan fyri Þorlakshøfn - ella við Selvogsvita. Tað var manningin á einari sjóverjutyrlu, sum fann kvinnuna.
Tyrlumanningin boðsendi løgregluna beinanvegin, og løgreglan var á staðnum stutt eftir.
Nú skal endaliga staðfestast, at talan er um hina 20 ára gomlu, Birnu Brjánsdóttur, og staðfestast skal eisini, hví hon er deyð.
Sambært íslendsku løgregluni í kvøld bendir alt á, at kvinnan er myrd.
Sambært íslendskum miðlum í kvøld skal løgreglan nú gera kanningar, sum neyvt kunnu staðfesta, hvussu Birna Brjánsdóttur er endað við Selvogsvita.