Hvussu byrjaði tað?

-Verður talan um munandi oljuvinnu á føroyskum øki, fer tað at seta ómetalig stór krøv til myndugleikarnar, skulu samfelagsárinini ikki gerast so ógvislig, at vit verða kollrend. Ikki minst skyldurnar móti umhvørvinum og eftirkomarunum eiga at viga tungt, tá ein møgulig oljuvinna fer í gongd av álvara skrivar Halgir W. Poulsen, advokatur

Undirgrundarsøga
Halgir Winther Poulsen

-Hvussu byrjaði tað? Hendan spurningin bað blaðstjórin meg siga nøkur orð um til eitt ?oljublað?, hann hevði ætlanir um at geva út sum serblað til Sosialin í tilevni av komandi oljuráðstevnu, ið Oljuvinnufelagið skipar fyri í Norðurlandahúsinum.

Hvussu byrjaði tað í grundini?

Hugsa vit um, nær oljan gjørdist í føroysku undirgrundini - væl at merkja um nøkur olja goymir seg har niðri, hvat vit vita ov lítið um enn, hóast tað sindrið higartil er funnið - skulu vit langt aftur í tíðina, helst eini hundrað miljónir ár. Í okkara stuttmintu tíðum, har alt tykist at hava tílíkan ovurhonds skund, ger tað helst einki, at tað onkuntíð verður mint á hetta tíðarperspektivið. Hugsa vit hinvegin við spurningin um, nær vit fingu ræðið á møguligari olju í føroysku undirgrundini, soleiðis at skilja, at tað eru okkara egnu myndugleikar og eingin annar, ið hava lóggávu- og umsitingarvald á tílíkari olju, er dagurin tann 11. september 1992, tá semja varð gjørd millum donsku stjórnina, umboðaða av Poul Schlüter, forsætismálaráðharra, Uffe Elleman Jensen, uttanríkisráðharra og Anne Birgitte Lundholt, vinnumálaráðharra, og Føroya landsstýri, umboðað av Atla Dam, løgmanni og saman við honum landsstýrismenninir Jógvan Sundstein og Aage Ellefsen. Hendan semjan, ið varð formliga staðfest við sáttmálanum, ið varð undirskrivaður tann 22. desember 1992, gjørdi enda á einum stríði um ræðið á ráevnum í føroysku undirgrundini, ið hevði staðið við síðan tann 13. mai 1948, tá eitt einmælt løgting samtykti, at samráðast skuldi við donsku stjórnina um m.a. ráevnini í føroysku undirgrundini.

Heimastýrislógin og undirgrundin

Fyri 1948 var rættarstøðan føroysku undirgrundini viðvíkjandi tann, at ?Råstoffer i Kongeriget Danmarks undergrund ..... tilhører den danske stat?. Hetta var ásett í lóg frá 1932, sum varð sett í gildi í Føroyum sama ár. Mikið orðaskifti var í løgtinginum um hesa nýggju lóg, og vóru tað serliga kongsbøndurnir, ið hildu uppá, at ognarrætturin til ráevni í undirgrundini átti at liggja til tann, ið átti omaná, tvs. av røttum kong. Hendan rættarstøðan broyttist ikki við heimastýrislógini, ið ikki tók støðu til spurningin, men skapti møguleikar fyri einari broyting.

Heimastýrislógin ásetti, at samráðast kundi um yvirtøku av ?råstoffer i undergrunden?. Tað er eyðsæð, at tá hugsaði eingin um, at olja skuldi kunna finnast so norðalaga sum við Føroyar. Heldur var tað kolið í Suðuroy, ið hevði fingið nýggjan áhuga undir bardaganum, ið hugsað varð um frá føroyskari síðu. Tað var eisini Petur Mohr Dam, ið sum ein av føroysku samráðingarmonnunum, hevði høvuðsæruna av, at ráevni í undirgrundini vórðu tikin við á lista B.

Fjøruti ára togtogan um undirgrundina

Sum nevnt samtykti løgtingið longu tann 13. mai 1948 at samráðast skuldi um yvirtøku av ráevnunum. Líknandi løgtingsamtyktir vórðu gjørdar í 1975 og 1982, men einki veruligt hendi í málinum, og veruligar samráðingar komu ongatíð í lag. Partarnir kundu ikki eingang semjast um eitt samráðingargrundarlag (kommissorium).

Danska stjórnin sýtti beinleiðis fyri at fara í realitetssamráðingar við landsstýrið um yvirtøkuna, helst orsakað av teirri avgjørdu støðuni mótvegis grønlendingum, ið høvdu boðað frá tilsvarandi ynskjum undir samráðingunum um grønlendsku heimastýrislógina. Her má havast í huga, at meðan fáur mundi rokna við nøkrum ráevnisríkidømi í føroysku undirgrundini, vóru vónirnar nógv bjartari viðvíkjandi grønlendsku undirgrundini.

Í 1950 varð nýggj lóg sett í gildi í Danmark, sum hevði júst somu orðing um rættin til ráevni, sum lógin frá 1932. Tá tað kom til ígildisseting, var ein avgerðandi nýggj orðing, nevniliga, at ?Loven gælder for Færøerne med den begrænsning, som følger af lov nr. 137 af 23. marts 1948 om Færøernes hjemmestyre?. Hendan lógin varð sett í gildi í Føroyum í 1952. Tá danir í 1981 settu nýggja undirgrundarlóg í gildi at avloysa ta avoldaðu 1950-lógina, sýttu føroyskir myndugleikar fyri, at nýggja lógin kom at galda í Føroyum, fyrr enn spurningurin um rættin til ráevni í føroysku undirgrundini var avgreiddur.

Tá grønlendingar stríddust fyri síni undirgrund, fekk danska stjórnin ein løgfrøðiprofessara (danskan) at skriva eitt álit, har hann kom til ta niðurstøðu, at tað hevði verið í stríð við ?højhedsretten? og enntá meira við altjóðarætt, at latið grønlendsku undirgrundina upp í hendurnar á grønlendingum

Danska støðan mótvegis Føroyum bygdi lutvíst á somu grundgevingar, sum høvdu roynst so væl í Grønlandi, og støðan varð endaliga orðað í einum brævi frá forsætismálaráðnum , dagf. 18. februar 1982, har tað verður viðurkent, at føroyingar sambært heimastýrislógini høvdu krav um at fáa samráðingar um møguliga yvirtøku. Síðan verður ført fram, at ríkisins einarættur til ráevni í undirgrundini sambært undirgrundarlógini ikki er nakar vanligur ognarrættur, men heldur ein ?højhedsret?. Næsta stigið er so at halda uppá, at ein tílíkur rættur ikki kann lutast út til ymsar ríkispartar. Hetta hevði verið í stríð við ?danske retsprincipper? og eiheldur sambæriligt við ?rigsfællesskabet?.

Brævið endar við hesum greiðu orðum :? Regeringen anser det herefter for udelukket, at sagsområdet?råstoffer i undergrunden? helt eller delvis kan overføres til Færøernes hjemmestyre som særanliggende?. Stjórnin sýtti áhaldandi fyri at fara í realitetssamráðingar um yvirtøku, men bjóðaði í staðin somu skipan, sum grønlendingar høvdu latið sær lynda. Hesum sýttu landsstýri og løgting fyri at taka við, og tað stóð sostatt í botni. Í august 1984 samtykti marknaðarnevndin at seta eina nevnd at standa fyri einari løgfrøðisligari kanning av undirgrundarmálinum.

Í nevndarálitinum, sum kom í juli 1985 vórðu donsku grundgevingarnar fyri at sýta fyri samráðingum tægaðar sundur og afturriknar. Í sambandi við ?Ekstra Bladet gøluna? í vár kom fram, at danir sjálvir ongatíð trúðu uppá teirra egnu ?próvførslu? ímóti yvirtøku. Innanhýsis skjøl hjá donsku stjórnini heilt aftur til sjeytiárini, ið ikki vóru almannakunnug fyrrenn nú, vísa at føroysku grundgevingarnar vóru væl í tráð við tað, sum danskir løgfrøðingar hildu.

Undirgrundin var eitt ?heitt? politiskt mál í Føroyum í sjeyti- og áttatiárunum. Stríðið um grønlendsku undirgrundina birti óivað uppundir, men málið var eisini í sær sjálvum týdningarmikið. Fíggjarliga var tað eitt stórmál, ikki minst tá tað vísti seg, at møguleikar fyri at finna olju í havbotninum heilt norður móti Hetlandsleiðunum vóru til staðar. Politiskt var tað eisini væl egnað í stríðnum fyri ella ímóti heimastýrisskipanini. Mótstøðuflokkarnir roknaðu óivað við, at hetta fór at vera tann stóri snávisteinurin hjá ?heimastýrisflokkunum?. At danir fóru at ganga við til veruligar samráðingar um undirgrundina var ikki at vænta, so stívrend og óliðilig boðini vóru frá donsku stjórnini. Og vísti tað seg, at teir fingu rætt, stóðu hinir reiðiliga naknir politiskt.

Landsstýrið setti í desember 1987 eina nýggja nevnd at kanna, um onnur viðurskifti enn tey í álitinum frá 1985, talaðu fyri at undirgrundin kundi yvirtakast. Í álitinum frá juli 1988 greiðir hendan nevndin frá løgfrøðisligum, fíggjarligum, búskaparligum og øðrum viðurskiftum av týdningi. Somuleiðis gjørdi nevndin uppkast til møguligar samráðingargongdir, eitt slag av ?blue print? til tær samráðingar, ið landsstýrið ætlaði at fara undir. Nú vísti tað seg at stjórnin var meira samráðingarhugað. Hetta varð endaliga staðfest á fundi í Keypmannahavn tann 29. august 1988, har avtala varð gjørd um at fara undir veruligar samráðingar um hvørt og við hvørjum treytum málið kundi verða yvirtikið sum sermál.

Sum liður í hesum samráðingum varð ein donsk/føroysk embætismannanevnd sett, sum fekk til uppgávu at lýsa málið gjøllari og koma við uppskoti til eina skipan. Síðan skuldu endaligar politiskar samráðingar verða partanna millum. Eftir at ósemja um hvør parturin skuldi hava formannin var loyst, og arbeiðssetningurin endaliga orðaður, fór nevndin til verka í mai 1991 og arbeiddi miðvíst í eitt ár. Meðan føroyski parturin hevði greið mál at arbeiða ímóti, var torførari hjá danska partinum. Tað tyktist sum danska stjórnin ongan greiðan politikk hevði orðað uttan at loyva samráðingum. Tað gjørdist tí greitt, at nðggjar politiskar samráðingar vóru neyðugar og var endin sum kunnugt tann, at stjórnin tann 11. september 1992 legði kongin og handaði føroyingum undirgrundina ?á einum silvurfati?, sum onkur hevur tikið til. Tá hetta varð staðfest í avtaluni frá 22. desember sama ár, varð punktum sett fyri einari meira enn fjøruti ára gamlari ósemju.

Farið verður til verka í Føroyum

Meðan meginparturin av undirgrundini undir Norðsjónum og heilt norður móti miðlinjuni millum Bretlands og Føroya var kortløgd, var økið kring Føroya eins ókunnugt sum Afrika fyri Stanley. Grundin til hetta var, at øll árini, stríðið um rættin til føroysku undirgrundini hevði staðið við, vóru partarnir samdir um at einki skuldi henda á økinum. Tær umsóknir um loyvi at kanna oljuvánirnar, ið vóru latnar inn, summar til donsku stjórnina og summar til landsstýrið, vórðu lagdar til viks. Formliga var tað stjórnin, ið hevði ræðisrættin á føroysku undirgrundini, men stjórnin lat vera við at útinna hendan rætt í verki, inntil ein loysn var funnin.

So skjótt semjan var gjørd varð farið til verka við at skapa fortreytir fyri virksemi við leiting eftir olju við Føroyar. Tann 11. desember 1992 setti landsstðrið eina oljuráðleggingarnevnd, ið fekk til uppgávu at vera landsstýrinum til hjálpar við at gera eitt verklag (strategi) til umsitingar av møguligum tilfeingi í undirgrundini. Nevndin samdist um at nýta alla orku til at gera uppskot til eina nútímans forkanningarlóg og bíða við aðrari neyðugari lóggávu inntil greiða var fingin á,
hvussu stóran áhuga altjóða oljuídnaðurin hevði í føroysku undirgrundini.

Nevndin lat frá sær frágreiðing á sumri 1993 við tilmælum og uppskoti til nútímans forkanningarlóg og eina sera avmarkaða umsiting. Lógin varð samtykt av løgtinginum tann 24. september 1993, og longu í februar árið eftir kundi landsstýrið senda út almenna innbjóðing til seismikkfeløg um at geva tilboð um seismiskar kanningar. Áhugin vísti seg at vera stórur at taka lut í teimum fyrstu veruligu kanningunum av føroysku undirgrundini, og longu í desember sama ár hevði nevndin saman við sakkønum ráðgevarum fundir við eini tíggju seismikkfeløg, ið høvdu tikið av innbjóðingini, teirra millum nøkur av heimsins størstu feløgum. Í apríl 1994 gav landsstýrið stóra amerikanska felagnum Western Geophysical Corporation eitt tvey ára kanningarloyvi.

Í apríl sama ár setti landsstýrið nýggja ráðleggingarnevnd at gera uppskot til framtíðar kolvetnispolitikkin, harímillum uppskot til nýggja undirgrundarlóg og aðra neyðuga lóggávu umframt umsitingarligar mannagongdir fyri einari komandi oljuumsiting. Hendan nevndin lat frágreiðing frá sær í juli 1997 við m.a. uppskoti til løgtingslóg um kolvetnisvirksemi, sum varð samtykt av løgtinginum í mars 1998. Saman við lógini um fyrsta útbjóðingarumfar frá februar 2000 varð neyðugi lógarkarmurin um eitt komandi føroyskt kolvetnisvirksemi skaptur.

Ein trupulleiki, sum kortini ikki forðaði fyri forkanningum av føroyska landgrunninum, var tann framvegis óavgjørda marknatrætan við Stórabretland. Av tí at høvuðsáhugin hjá oljufeløgunum var í økinum dygst vestanfyri miðlinjuna var avgerandi neyðugt at loysa marknatrætuna, áðrenn talan kundi vera um veruliga leiting eftir olju á føroyskum øki. Við sáttmálanum, sum varð undirskrivaður tann 18. mai 1999 og kom í gildi tann 21. juli sama ár, varð marknatrætan endaliga loyst í semju eftir samráðingar, ið seinastu árini ríkisins vegna vóru førdar undir føroyskari leiðslu, so nú kundi av álvara farast undir kolvetnisvirksemi á føroyska landgrunninum.

Í februar 2000 lýsti landsstýrismaðurin í oljumálum alment eftir umsóknum um loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum á føroyska landgrunninum. 22 umsóknir komu inn frá 8 samtøkum, ið umboðaðu 17 feløg. Tá 12 feløg í august sama ár fingu 7 leitingar- og framleiðsluloyvi kann sigast at byrjanin var komin at enda og veruligar fortreytir vóru skaptar fyri einari nútímans oljuvinnu á føroyskum øki. Tann fyrsta og avgerandi fortreytin er sjálvandi, at olja verður funnin í rakstrarverdum nøgdum.

Samanumtikið

Júst í hesum mánaðinum eru tað tíggju ár síðan at Atli Dam, løgmaður, og Poul Schlúter, forsætisráðharri, skrivaðu undir avtaluna um yvirtøku av ráevnum í føroysku undirgrundini. Fáur mundi tá droyma um, at so nógv skuldi kunna fáast av skafti eftir so stuttari tíð.

Føroyskir myndugleikar hava í dag ræði á undirgrundini í einum 250,000 ferkilometra øki og kunnu uttan uppílegging skipa fyri, hvussu møgulig ráevni í hesi undirgrund skulu verða útvunnin, og hvussu peningaúrtøkan av hesum virksemi skal verða umsitin. Vit hava eitt nútímans lógarverk, bæði tá ræður um virksemið sjálvt og skatting av tí. Vit ráða fyri, nær og á hvønn hátt loyvi at leita eftir og vinna út olju verða bjóðað út, og vit ráða yvir hvør fær hesi loyvi og við hvørjum treytum. Verður talan um munandi oljuvinnu á føroyskum øki, fer tað at seta ómetalig stór krøv til myndugleikarnar, skulu samfelagsárinini ikki gerast so ógvislig, at vit verða kollrend. Ikki minst skyldurnar móti umhvørvinum og eftirkomarunum eiga at viga tungt, tá ein møgulig oljuvinna fer í gongd av álvara.

Vit eru eisini við í kappingini um eitt 350,000 ferkilometra stórt øki í ein útsynning úr Føroyum, Hatton-Rockall økið. Hendan kapping stendur millum Stórabretland, Írland, Ísland og Føroyar, sum øll kanna sær rættin til hetta økið. Hinumegin stendur Havbotnsmyndugleikin, ið sambært havrættarsáttmálanum frá 1983 skal umboða ?felagsarv mannaættarinnar? (les fátækralondini og íbúgvar teirra), ið sambært sáttmálanum skulu eiga tann partin av havbotninum, ið verður til avlops, tá ríklondini hava kannað sær sítt. Hvør av hesum báðum vinnur stríðið um Hatton-Rockall økið er helst ikki ringt at gita, men hvat verður í part til Føroya, tá endaliga skal býtast, man vera meira ivingarsamt. Onkur heldur kanska, at vit skuldu havt nóg mikið at sæð til sum er, men tað er eitt annað mál, ið ikki skal umrøðast her.