Hvonn Live koyrir við fullari ferð

Livandi tónleikur, hundar, Paradise Hotel og Frændur hava sett skránna fyrsta tíman av sendingini í kvøld Á pallinum hava Tróndur Enni, Uni Debes og Árni og Marner Andreasen tulkað Frændur-sangir, eins og prát hevur verið við Connie Brockie, sum í næstum verður á skíggjanum í Paradise Hotel sendingini.

Nógv fólk er á Hvonn, og hesi kunnu millum annað gleða seg til frumframførslur av nýggjum sangum hjá Frændum. Og so sjálvandi eisini, at limirnir í vinstravenda protest-bólkinum fara at kjakast við Óla Breckmann, sum støðugt markeraði seg ytst á høgra-veinginum í føroyskum politikki.

Tað er Frændur, sum hevur 25 ára føðingardag, men teir hava eisini ein gávu við til Føroya Fólk. Teir hava nevnliga lovað at spælt øll síni størstu hitt seinasta hálva tíma av sendingini. Hvonn Liver heldur fram til klokkan 22.