Hvørki mál ella útvísing

Tað heldur Heðin á Lakjuni, sum sjálvur bleiv útvístur eftir umstrídda málið til AB

Royndi vinstri bakkurin hjá KÍ, 36 ára gamli Heðin á Lakjuni, var eins og hinir á KÍ liðnum vónbrotin eftir dystin. Fyri Heðin fekk dysturin eisini eitt eftirspæl, tí hann fekk beinleiðis reytt kort í rokinum eftir 1-1 málið.

 

Les eisini: Meinhardt: Tað var ikki mál

 

-       Eg østi meg og spurdi hvat hjálpardómarin gjørdi, men eg brúkti ikki niðrandi orð ella spilti hann út. Tú skilji eg ikki, at eg skuldi fáa beinleiðis reytt kort, sigur Heðin á Lakjuni, sum er sjónliga argur og vónbrotin eftir dystin.

 

Les eisini: Atli Danielsen: Bólturin var ikki inni

 

Heðin á Lakjuni stóð sjálvur á málstrikuni, tá dømt verður mál til AB.

 

Les eisini: Tveir KÍ spælarar reyt kort

 

-       Eg dekkaði fremsta øki og bakki so inn á málstrikuna. Eg síggi bóltin og hann er ikki innanfyri. Bólturin er faktist langt frá at verða innanfyri, staðfestur Heðin á Lakjuni fyri in.fo í kvøld.

 

Aftaná at dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð, fekk eisini Henry Heinesen beinleiðis reytt kort.