Hvørki dømdi ella ákæruvald eru nøgd við dómin

Í dag varð ein 37 ára gamla maður dømdur sjey ára fongsul fyri at hava rakt ein løgreglumann í Miðvági við skotum í 2019.

 

 

Tað var í gjár, at eitt nevningating dømdi ein 37 ára gamlan mann úr Miðvági sekan í drápsroynd móti løgreglumanni. 

 

Í dag hevur aftur verið rættarfundur, har revsingin skuldi ásetast.

 

Úrslitið er, at maðurin varð dømdur sjey ára fongsul fyri hendingina í 2019. Men, hvørki maðurin sjálvur, ei heldur ákæruvald vóru nøgd við dómin.

 

Verjin hjá manninum helt, at seks ár hevði verið nóg hørð revsing.

 

Tískil gjørdi maðurin alt fyri eitt av skjóta bæði revsing og skuldarspurning inn fyri landsrættin.

 

Ákæruvaldið, sum kravdi mannin dømdan 10 ára fongsulsrevsing, hevur eisini gjørt av at kæra dómin yvir hin 37 ára gamla.

 

Nevningatingið dømdi hann sekan í øllum ákærum.

 

Tað var, tá løgreglan í 2019 vildi hava fatur á manninum í einum húsum í Miðvági, at maðurin  fór at skjóta eftir løgregluni og rakti ein løgreglumann.

 

Hetta endaði við, at løgreglan skeyt mannin, sum fekk álvarsligan skaða.