Høvuðsvenjarin hjá Skála, Eliesar Olsen og veteranurin og málskjúttin hjá AB, Sorin Anghel vóru báðir minni nøgdir við at spæla javnleik 1-1 á Argjum í dag.
Sorin Anghel segði, at teir høvdu sett nøsina upp ímóti øllum trimum stigunum í dag, men tað bjargaði so AB frá tí stóru katastrofuni, at hann javnaði til 1-1 heilt ímóti dystarenda.
Eliesar Olsen hevði selt dystin fyri ein javnleik við dystarbyrjan, men hann viðgekk, at tað var ógvuliga sárt at missa tvey stig beint áðrenn seinasta bríksl.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI og hoyr tað, sum Sorin Anghel og Eliesar Olsen søgdu við Trónd Arge aftaná dystin.