Staddur í tinginum undir fyrstu viðgerð av uppskoti um løgtingslóg um mánaðarligum minstaforvinning og løgtingslóg um minstaløn og dagstudning hósdagin 4. desember, kundi eg fylgja orðaskiftinum beinleiðis.
Orðaskifti var merkt av at menn yvirhøvur tosaðu um nakað teir gjarna vildu behandla seriøst, sjálvt um sjónarmiðini kanska vóru eitt sindur ymisk. Einasta undantakið var framsøgumaður sambandsfloksins, sum í sínari dreymaverð segði, at útróðrarmenn, ið vóru tilyvirs, bert kundu finna sær annað arbeiði í hesum paradísi av arbeiðstilboðum, sum finnast í Føroyum. Kanska var tað lokkanin um avgreiðsluna av øllum fallitbúgvunum, sum møguliga fóru at koma, sum fekk hann at úttala seg so droymandi.
Eitt skulu útróðrarmenn gera sær greitt: Bæði uppskotini, sum vóru løgd fram, vóru liður í eini samgongusemju og skuldu vera við at fíggja tær 28 milliónirnar, sum skattalættin til fiskimenn kemur at kosta landskassanum. Hesi mál hanga saman og verða avgreidd saman.
Ímeðan siglir Føroyaskútan Agnes Louise sína kós, við einari milliard krónum um árið í íløgu- og rakstrarstuðli. Eykapartarnir eru teir flestu í Havn, okkurt lítið stroyggi fer út um landið, tá rópt verður nóg hart um tað. Hvør tosaði um studning?
Chris Jan Michelsen