Hvør bilsnari enn annar

Bæði Høgni Hoydal úr Tjóðveldi og Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum blivu bilsnir av, hvussu fólkatingsvalið endaði.

Tað bleiv ein ikki sørt óvæntaður endaspurtur, ið setti sín dám á fólkatingsvalið í gjár, sum endaði við, at Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin vunnu teir báðar føroysku sessirnar.



Klokkan hálvgum ellivu í gjárkvøldið, tá úrslitið í Havn kom á borðið, stóð greitt, at vent var í holuni, tí nú var Tjóðveldi vinnarin við 5.730 atkvøðum ella 24,5 prosentum, og honum á baki kom Javnaðarflokkurin við 5.666 atkvøðum og 24,3 prosentum.



Tað merkti, at Sambandsflokkurin, sum fekk 5.500 atkvøður ella 23,5 prosent, misti sín sess, og Fólkaflokkurin bleiv nummar fýra við 4.368 atkvøðum ella 18,7 prosentum.



Hetta merkti við øðrum orðum, at Høgni Hoydal var valdur við 1.477 persónligum atkvøðum og Sjúrður Skaale við 2.495 atkvøðum, og hóast Edmund Joensen fekk 2.416 persónligar atkvøður, misti hann sessin.



Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Høgna Hoydal og Sjúrð Skaale.