Hvølpar lokka børnini frá skíggjanum

Tað er ikki nógv sum í dag kann lokka børnini burtur frá sjónvarpsskíggjanum.

Tað er ikki nógv sum í dag kann lokka børnini burtur frá sjónvarpsskíggjanum.

 

Tað er vanligt at síggja børn klistrað at sjónvarpsskíggjanum, og tað er ikki nógv, sum kann lokka tey burtur eina løtu.

 

Men hesir hundahvølparnir, sum Toya hevði lagt, megnaðu at lokka Evu frá skíggjanum, og hon hugnaði sær saman við teimum fimm eina góða løtu.

 

Tað er kanska ikki nógv at siga til, tí teir eru sanniliga fittir, tá teir hava fingi eygu.

 

Toya legði annars seks fittar hvølpar, men tann eini doyði.