Tað er einki, sum bendir á, at rúmdarverur ella at uttanjarðiskt virksemið hevur samband við teir lutir, sum USA hevur skotið niður seinastu dagarnar.
Tað sigur John Kirbyu, sum er talsmaður í Hvítu Húsunum á tíðindafundi í dag.
Boðini koma, eftir at amerikanarar hava sær og skotið niður fleiri lutir á himmalinum. Higartil eru teir ikki eyðmerktir.
– Eg veit, at tað hava verið spurninar og stúranir um hetta, men tað er einki spor av rúmdarverumm ella uttanjarðiskum virksemi í sambandi við hesar niðurskjótingar, sigur John Kirby.
Hann leggur afturat, at forsetin Joe Biden í dag hevur sett saman eitt lið av fólki úr ymsum stovnum. Teir skulu saman kanna hesar lutir, sum eru funnið bæði í amerikonskum og kanadiskum loftrúmi.
Málið um lutirnar í loftrúminum byrjaðu, tá verjumálaráði í USA 2. februar boðaði frá, at tey eygleiddu eina luftballón, sum tey hildu var kinesisk.
Ballónin var í amerikonskum loftrum og var sambært USA brúkt til njósning. Amerikanarar skutu luftballónina niður 4. februar.
Síðani tá hevur USA skotið fleiri aðrar lutir niður úr loftrúminum. Teir eru tó ikki eyðmerktir. John Kirby upplýsir í dag, at tey framvegis ikki vita, hvaðani lutirnar stava og hvat endamálið er við teimum.
Hann sigur harumframt, at hann ikki kann »fara í smálutir alment«.
Sambært Kirby kann amerikanska umsitingin tó sláa fast, at Kina hevur eina serliga luftballón-ætlan í kinesiska herinum. Ætlanin hevur til endamáls at savna saman fregnir, sigur talsmaðurin.
Hann verður eisini spurdur um ákærurnar frá Kina um amerikanska luftballónir í kinesiskum loftrúmi. Tað skrivar bretska BBC.
– Vit flúgva ikki við eftirlitsballónum yvir Kina. Og eg veit einki um nøkur onnur luftfør, sum brúka loftrúmið hjá Kina, svarar hann.
/ritzau/Reuters