Krav um at koppseta øll starvsfólk

Øll starvsfólk hjá stóru amerikonsku flogfeløgunum skulu vera koppsett ímóti koronu fyri 8. desember.

 

Fyri 8. desember skulu øll starvsfólk hjá størstu amerikonsku flogfeløgunum vera liðugt koppsett ímóti koronu. Tað er kravið frá amerikonsku stjórnini til øll feløg, sum arbeiða fyri statin. (Arkivfoto). - Foto: Chris Helgren/Reuters

Stóru amerikonsku flogfeløgini eru undir trýsti frá Hvítu Húsunum fyri at lata starvsfólkini koppseta ímóti koronu fyri 8. desember.

Og tað eru ikki útlit fyri, at tann tíðarfreistin verður broytt, upplýsa fleiri keldur fyri tíðindastovuni Reuters.

Frammanundan skulu øll starvsfólk í privatu feløgum, sum gera uppgávur fyri statin, verða liðugt koppsett inn ta dagfestingina. Stóru flogfeløgini hava nógvar almennar sáttmálar.

Hósdagin var Jeffrey Zients, sum er á odda fyri koronutoyminum hjá Hvítu Húsunum, í sambandi við aðalstjóran í American Airlines, Delta Airlines og Southwest Airllines fyri at fáa vissu fyri, at átakið við at uppfylla koppsetingarkrøvini gongur framá.

Hjá American Airlines merkir tað, at yvir 100.000 starvsfólk á amerikanskari jørð skulu koppsetast. Tað verður møguligt at sleppa undan kravinum av átrúnaðarligum orsøkum ella av heilsuávum.

– Meðan vit enn eru í ferð við at ganga ígjøgnum smálutirnar í samveldiskrøvunum, so er greitt, at starvsfólk, sum velja ikki at vera koppset, ikki kunnu arbeiða fyri American Airlines, stendur í innanhýsisboðum frá evsta stjóranum Doug Parker.

Nøkur flogfeløg hava grundgivið fyri at bíða við at seta kravið í verk, til nógva ferðingin um jólin er farin afturum.

Men Jeffrey Zients hevur hinvegin heitt á flogfeløgini um at »fremja hetta skjótari enn seinni«. Tað upplýsir ein kelda fyri Reuters og leggur afturat, at Hvítu Húsini ikki ætla at geva flogfeløgunum longri freist.

Hjá fjórða stóra amerikanska flogfelagnum, United Airlines, eru 99,5 prosent av starvsfólkunum, sum starvast í USA, liðugt koppsett.

Til samanberingar eru parturin hjá Delta Airlines 84 prosent.

Uttan beinleiðis at nevna flogfeløg segði Jeffrey Zients í gjár á tíðindafundi, at »arbeiðsgevarar áttu at handla nú fyri at verja arbeiðsmegi sína«.

/ritzau/Reuters

 

 

 

Fyri 8. desember skulu øll starvsfólk hjá størstu amerikonsku flogfeløgunum vera liðugt koppsett ímóti koronu. Tað er kravið frá amerikonsku stjórnini til øll feløg, sum arbeiða fyri statin. (Arkivfoto). - Foto: Chris Helgren/Reuters