Hvítarussland tveitt úr Eurovision

Hvítarussar vóru ikki við í Grand Prixnum í ár – og sleppa heldur ikki at luttaka frameftir

Sangurin, sum Hvítarussland skuldi luttaka við í Eurovision Song Contest í ár, varð tvær ferðir kolldømdur, tí hann varð mettur at vera ov politiskur, og nú boðar fyriskiparin European Broadcasting Union (EBU) frá, at Hvítarussland er útihýst frá Grand Prixnum frameftir.

 

Nevndin í EBU sigur seg vera ørkymlaða av gongdini við pressufrælsi og talufrælsi í Hvítarusslandi.

 

– Sum gongdin hevur verið seinastu tíðina, hevur nevndin einki annað val enn at mæla til, at limaskapurin hjá Hvítarusslandi verður strikaður, sigur EBU í fráboðan.

 

Útihýsingin kemur at umfata alt virksemið hjá EBU – tað vil siga aðrar tónleikakappingar og ítrótt til dømis.

 

Eurovision serfrøðingur sigur við Danmarks Radio, at afturvendandi trupulleikar hava verið við luttøkuni hjá Hvítarussland í Eurovision.

 

– Mest sum á hvørjum ári hava tað verið trupulleikar við valsviki og mutri í hvítarussisku Eurovision kappingini, og tað er alment kent, at um forsetin Lukasjenko ikki er nøgdur við vinnaran, skal onkur annar sangur umboða Hvítarussland, sigur Anders Ugilt við DR.

 

Hann heldur, at pástandurin um, at EBU ikki tekur politisk atlit, nú er grivin væl og virðiliga.