Hvítarussland til reiðar at hjálpa Russlandi ímóti Ukraina

Hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko, sigur, at hvítarussiskar herdeildir eru til reiðar at hjálpa Russlandi.

 

Aris Messinis/AFP/Ritzau Scanpix

Hvítarussiskar herdeildir kunnu leggjast afturat verandi atsókn ímóti Ukraina, um tørvur er á tí.

Tað sigur Aleksandr Lukasjenko, forseti, í dag sambært hvítarussisku tíðindastovuni Belta. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Lukasjenko er ein av tættastu sameindu hjá Vlademir Putin, forseta í Russlandi.

Hvítarussland hevur mark móti Ukraina við norðurmarkið hjá Ukraina. Russland hevur herfólk til reiðar í økinum.

Lukasjenko sigur í dag, at russisk herfólk, sum hava verið til reiðar við hvítarussisku mørkini, »helst eru við í« atsóknini, sum Russland setti í gongd ímóti Ukraina.

/ritzau/

 

 

Aris Messinis/AFP/Ritzau Scanpix